Nýggi vøllurin í Vági tikin í nýtslu

Nýggi graslíkisvøllurin á Eiðinum í Vági varð í dag alment tikin í nýtslu.

Nýggi graslíkisvøllurin á Eiðinum í Vági varð í dag alment tikin í nýtslu.

 

Dennis Holm, borgarstjóri, fegnaðist um nýggja vøllin, og at vágbingar longu aftur kundu hava eina almenna móttøku í samband við, at ítrótturin fær góðar umstøður, og her sipaði hann til, at fyri lítlari viku síðani varð marghøllin í Vági alment tikin í nýtslu.

 

 

Eydis Kjærbo, býráðslimur, helt røðu, og síðani slapp Páll Augustinussen at skjóta fyrsta almenna málið á vøllinum. Páll er gamal VB leikari og landsliðleikari. Hann spældi bóltin til ungar leikarar hjá FC Suðuroy, ið eisini hava tilknýti til landsliðsfótbólt, og tá hann fekk bóltin aftur, setti Páll bóltin trygt í nýggja netið.

Dennis Holm handaði leikarunum heiðursnál.

 

 

Síðani var brotssparkkapping. Fyrst ungu dreingirnir á U10 liðnum hjá FC Suðuroy og síðani kappaðust genturnar á U 11 liðnum.

 

 

Í góðveðrinum í Vági í dag hevði fitt av fólki leitað sær vestur á nýggja, snøgga vøllin, og tá almenna skráin var av, fór fjøldin inn í VB Húsið at fáa sær kaffi og køku, og børnini fingu sunkist og saft.