Nýggir forførarar

Klumma

Í vikuni vóru liðin 80 ár, síðani Adolf Hitler kom til politiska valdið í Týsklandi. Við miðvísari manipulering, har propagandaráðharrin Joseph Gøbbles stílaði fyri, skapti Hitler eitt ræðandi einaræði, sum royndi at týna ávís fólkasløg og førdi kríggj á fleiri frontum samstundis. Tíðarskeiðið frá 1933 og fram til 1945 var blóðugt og myrkt. Heimurin endaði í oyðileggjandi kríggi, og milliónir og aftur milliónir av fólki lótu lív á vígvøllum, í býi og á bygd. Endin var tíbetur, at Hitlerveldið fall, og aftan á – og síðani – hava fólk spurt seg sjálvi, hvussu tað kundi henda?

Hvussu kundi ein maður sum Hitler fáa so stórt vald og so stóra undirtøku, at hann fekk tað mesta av einari tjóð at marsjera í takt fram móti einum óndum einaveldi? Kundu fólk ikki hugsa sjálvi? Var propagandamaskina ov sterk?

Nógvir søgufrøðingar – og onnur klók fólk – hava síðani roynt at funnið fram til, hvussu hetta kundi lata seg gera, og nú 80 ár seinni spyrja vit okkum: Kundi tað veruliga hent aftur?

Øll vilja vit svara nei. Tað kundi ikki hent aftur. Tað er vónleyst at stýra øllum miðlunum – traditionellum og sosialum – nú á døgum, og fólkið hevði ikki latið seg forført á sama hátt av einum vitleysum leiðara. Og ivaleyst er tað rætt – í øllum førum fyri okkara part av Europa.

Men hinvegin ber væl til at forføra og leiða fólk nú á døgum – um ikki á sama hátt sum í Týsklandi fyri 80 árum síðani. Marknaðarføring er modernað propaganda, og hon er effektiv. Nú á døgum síggja vit, hvussu vit hava hug at ganga í takt, bara vit síggja eitt súrepli á einari elektroniskari vøru, og hvussu vit fylla okkum við ósunnum drykkjuvørum, tí vit verða freistað at gera tað. Og í hesum døgum er upphitingin til nýggja X-Factor kapping byrjað í Danmark. Púra ókend fólk ganga av gøtuni og inn í eitt sjónvarpsstudio, og um 10 vikur standa 40.000 vill fólk í Parkini og rópa eftir teimum ókendu sangarunum, sum umvegis sjónvarpsmiðilin, har helvtin av tjóðini situr rúnarbundin og fylgir við, eru blivin kend.

Kanska frægari, at vit verða forførd av X-Factor, Apple og Coca-Cola – men forførd, leidd og villleidd verða vit!