Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heldur, at tað avgjørt eru møguleikar at lata nøkur av stongdu økjunum á landgrunninum upp aftur til veiði eftir upsa við skiljirist í trolinum.
- Jú, eg haldi avgjørt, at royndirnar hjá Heyki og Falki vóru rættiliga áhugaverdar, men enn er einki ítøkiligt hent, síðan tær vórðu gjørdar, sigur hann.
Landsstýrismaðurin heldur, at tá umleið 40% av landgrunninum er stongdur fyri trolveiði, liggur so mikið størri trýst á teimum økjum, sum eru opin.
- Her eru avgjørt møguleikar, sum vit eiga og burdu gjørt meira við. Spurningurin er, um vit ikki eiga at hyggja nærri eftir hesum økjum, nú vit síggja, at møguleikar eru at verja ungfiskin á ein annan hátt, enn vit higartil vit hava gjørt í veiðini eftir upsa, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
Teir, sum eiga ísfiskatrolararnar, hava leingi kent seg avmarkaðar við øllum teimum stongdu økjunum, sum eru á landgrunninum, og stundum kann tað taka langa tíð hjá skipunum at sigla millum økini, tá skipini royna ymiskar leiðir.