Flemming & Vinmenn hava givið tveir nýggjar sangir út – »Tá eg møtti tær«, ið Randarsól Kristiansdóttir hevur skrivað, og »Barnasinn«, ið Kemm Poulsen hevur gjørt orðini til og Flemming Petersen lagið.
Upptøkur og framleiðslu hava Flemming og sonurin Benjamin gjørt í heimastudio hjá Flemming – Studio Vangberg í Syðrugøtu. Mikkjal Joensen hevur innspælt bassin í egnum heimastudio.
Manningin á upptøkunum er. Flemming Petersen (sang, kór, guitar, trummuforritan, ljóðblandan og mastring), Randarsól Kristiansdóttir (sang og kór), Benjamin Petersen (guitar, ljóðbland og mastring), Mikkjal Joensen (bass), Magni Husgaard (Rhodes & Hammond). Niclas Johannesen hevur vegleitt.
– Sangurin »Tá eg møtti tær« varð gjørdur fyri nógvum árum síðani og tekur støði í einum pari, har annar var hart raktur av demenssjúku. Maðurin, ið vitjaði sjúku konu sína dagliga, gjørdist sera keddur av, at demensrakta kona hansara ikki tyktist kenna hann longur. Ein dagin, vit tosaðu um hetta, gjørdi eg vart við, at eingi onnur vitjandi blivu móttikin við tí eygnabrá, ið møtti hesum manninum, tá hann kom á vitjan, og at vit, ið vóru um konu hansara, ongantíð vóru í iva um, at hon kendi hann, sigur Randarsól Kristiansdóttir.
– Í samband við at eg og Flemming vórðu biðin um at syngja til eitt tiltak sum Alzheimerfelagið skipaði fyri í 2019, varð hesin sangurin funnin fram aftur. Flemming setti sær fyri, at sangurin skuldi spælast inn, er hann nú endiliga komin á mál, við tí hann setti sær fyri, sigur hon.
##med2##
Sangurin «Barnasinn« er samstarv millum svágrarnar Flemming Petersen og Kemm Poulsen. Fleiri aðrir tekstir hjá Kemm hava verið umvegis Flemming, tó uttan at nakað endaligt úrslit spurdist burturúr hesum. Ein dagin Flemming og Kemm tosaðu um teirra uppvøkstur, og um hvussu ymiskar umstøður børn fáa at vaksa upp í, um foreldur, ið á ymiskan hátt svíkja, og um treytaleysan kærleika, sigur Flemming: »Kemm, tú kann gera mær ein tekst um børn, sum ikki hava tað gott«. Sama kvøld sendi Kemm honum tekstin »Barnasinn«.
– Uttan góða hjálp frá dugnaligum tónleikarum og góðum vinum var verkætlanin neyvan komin á mál. Teir hava verið við til at gjørt tilgongdina til eina lívsjáttandi og læruríka uppliving, sum vit vóna áhoyrarin somuleiðis eisini fær gleði av, sigur Flemming Petersen.
##med3##