Stutt fyri middag í dag varð nýggj avtala um fylgjaraskipan undirskrivað millum MEGD og Smyril Line. Undirskrivingin fór fram á brúnni umborð á Norrønu, og tað vóru tvey umboð fyri partarnar, sum skrivaðu undir avtaluna.
Umboðini fyri MEGD vóru forkvinnan, Tóra við Keldu og aðalskrivarin, Ása Olsen. Vegna Smyril Line undirskrivaðu Sveinur í Heiðunum, tænastu-og góðskuleiðari og Martin Dam Joensen, sølumaður hjá Smyril Line í Føroyum.
Skiparin á Norrønu, Petur av Vollanum, var eisini hjástaddur, tá avtalan varð undirskrivað.
- Fylgjaraskipanin hevur nú verið virkin í trý ár og nógv fólk, ið bera brek, hava havt stóran ágóða av skipanini, sigur Ása Olsen, aðalskrivari, sum vísir á, at avtalan við Smyril Line hevur við sær, at fólk, ið bera brek og hava fylgjarakort, fáa ein persón við sær at ferðast uttan kostnað.
Í avtaluni stendur, at øll, sum eru limir í MEGD ella í einum av undirfeløgunum hjá MEGD, eru fevnd av avtaluni millum partarnar, sum er galdandi frá 1. mai 2018 at rokna.