Týsdagin 7. desember skrivaðu landsstýriskvinnan í mentamálum, formenninir í kommunufeløgunum og stjórin í Norðurlandahúsinum undir nýggja samstarvsavtalu um Listaleypin.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, er sera fegin um, at tað er gjørt av at lata verkætlanina »Listaleypurin« halda fram uttan tíðaravmarking. Bæði landsstýriskvinnan, kommunurnar og Norðurlandahúsið eru á einum máli um, at Listaleypurin er ein sera góð og í føroyskum høpi nýskapandi verkætlan, sum stimbrar mentanarligu og listarligu tilvitskuna hjá føroyskum skúlabørnum. Verkætlanin hevur til endamáls, at skúlabørn í øllum Føroyum fáa góðar listarligar upplivingar sum partur av skúladegnum.
Yrkislistafólk leggja til rættis eina framførslu, konsert, rithøvundavitjan, framsýning ella eitt verkskeið, sum vitjar fimm ymiskar skúlar. Helena Dam á Neystabø heldur verkætlanina vera áhugaverda, tí hon við sínum endamáli kann røkka út um alt landið og veruliga geva børnum eina listarliga uppliving.
- Skapanarevni eru ein eftirspurdur førleiki í dagsins samfelagi, heldur landsstýriskvinnan.
- Tá skúlanæmingar í undirvísingarhøpi uppliva list á høgum støði, verður tann listarligi kunnleikin mentur, samstundis sum listarligi áhugin kann verða kveiktur. Haraftrat er Listaleypurin ein skipan, sum mong listafólk fegin vilja vera við í. Talan er um ein nýggjan pall at virka á og eina øðrvísi avbjóðing, har listafólk møta einum ungum og opnum ættarliði, sum sanniliga eisini hevur sínar meiningar og setir stórar spurningar til listina og til lívið, sigur Helena Dam á Neystabø.