Í gjár gjørdu Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins nýggja avtalu, sum gongur til tann 1. oktober í 2015.
Lønarhækkanirnar verða sum hjá hinum, ella 220 krónur um mánaðin fyri lønir upp í 32.000 krónur um mánaðin. Síðani minkar lønarhækkingin so líðandi, men lønir yvir 50.000 krónur um mánaðin, fáa onga lønarhækking.
Hetta merkir, at 1. oktober hækkar mánaðarlønin 190 kr. + 0,9% og tann 1. oktober í 2014, hækkar lønin 1,9%.
Aðrar smávegis broytingar eru avtalaðar, eins og ferðaavtalan er endurnýggjað við nøkrum broytingum.
Nú, henda avtala er komin upp á pláss, eru 20 sáttmálar gjørdir við sama karmi og sostatt eru 10 sáttmálar og tvær tænastumannaavtalur eru eftir at gera, sigur Fíggjarmálaráðið.
Á myndini eru tað Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vinstrumegin, og Meinhard Gaardlykke, formaður í Tænastumannafelagnum.