Nýggj Bíblia á veg

Hesa vikuna er bræv frá Føroyska Bíbliufelagnum komið í hvørt hús í landinum. Í brævinum verður heitt á allar føroyingar um at stuðla nýggju føroysku bíbliuútgávuni.

 

Tað er Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur, sum hevur umsett Bíbliuna, undantikið sálmarnar, sum David Johannesen hevur umsett. Í løtuni leggja gudfrøðingar og onnur úr kirkjum og samkomum kring landið seinastu hond á. Fróðskaparsetur Føroya er eisini við í málsliga arbeiðinum.

– Bíbliufelagið arbeiðir við at fáa Bíbliuna út skjótt, men fyri at náa á mál er tørvur á stuðli frá tykkum øllum. Tí heita vit á øll, kvinnur og menn, ung og gomul, um at standa saman um at geva Bíbliuna út í nýggjari týðing, skrivar Føroyska Bíbliufelagið í tíðindaskrivi í dag.

Stuðul kann latast á kontu í BankNordik: 6460 - 382.873.7 og Bíbliufelagið sigur hjartans tøkk fyri stuðulin