Ein bók, sum byggir á meiri enn 7.000 teldubrøv hjá Anders Behring Breivik kemur út í Noregi í dag.
Nakrar dagar aftan á yvirgangin í Oslo og á Utøya eydnaðist tað nøkrum teldusníkum at sleppa inn í teldupostskipanina hjá Breivik og at taka brøv hansara. Teir lótu rithøvundin Kjetil Stormark fáa teldubrøvini og bóðu hann lata løgregluna fáa tey. Stormark goymdi teldubrøvini, men hann tordi ikki at brúka tey, tí hann var bangin fyri, at tað kundi órógva kanningararbeiðið hjá løgregluni. Men nú er Breivik dømdur og málið liðugt.
Kjetil Stormark sigur við norska útvarpið, at í bókini eru ymsar upplýsingar um Breivik, men ikki hava verið frammi fyrr.