Nýggj bók um tað yvirnatúrliga

Petur Jacob Sigvarden hevur lagt úr hondum triðju bók sína í røðini Hin Heimurin.

Í hesi bókini eru eisini merkisverdar frásagnir um tey fornisku, um fólk, ið eru sanndroymd, síggja sjónir og í hamferð, frásagnir um fyriboðan, óífrætta boð, løgin ljóð, flúgvandi fyribrigdi, løgnar upplivingar, myrkursins megi og at ganga aftur.

Soleiðis lýsir høvundurin sjálvur bókina. Hann leggur aftrat, at móti endanum í røðini nærkast frásagnirnar meira kristna heiminum.

Í bókini eru fýra sjálvsupplivingar. Millum teira er frásøgnin um minniligu kavaódnina í 1957, tá ið mykinesmenn mundu doyð úti, og hann fann teir sera illa á holdum komnar uppi millum fjalla.

Hin heimurin 3 fæst í bókasølunum og hjá forlagnum Búgvin, tlf.n214719 ella á teldupostadressuni [email protected]