Eyðgunn Samuelsen, formaður í sosialu nevnd Klaksvíkar býráð, heima.olivant.fo/~eydgunn
???????????
Tað er gleðiligt at tað loksins sær út sum vit nú fáa eina nýggja barnaverndarlóg. Øll kunnu vera samd um at verandi lóg als ikki er tíðarhóskandi. Í samband við nýggju lógina eru fleiri spurningar ið ein kann tjakast um.
Tað fyrsta er, um ein skal hava leikfólk í barnaverndarnevndum ella ikki. Mín áskoðan er, at tað er rætt at hava leikfólk í nevndunum, tí málini eiga at vera so væl viðgjørd og fakliga undirbygd, at ein og hvør eigur at kunnað taka støðu. Eitt annað, ið eisini talar fyri hesum er, at uppgávurnar hjá nýggju barnaverndunum verða meira av fyribyrgjandi slag enn nú, og at mál ið viðføra tvingsul ikki vera avgjørd í barnaverndini á staðnum. At pláss verður til fyribyrging er sera gleðiligt.
Í samband við tvingsilsmál, so skal ein høvuðsbarnavernd fyri alt landið taka avgerð, hetta er til at liva við. Tað ið er altavgerandi í hesum sambandið er, hvør skal útinna avgerðina lokalt ? verður tað ikki lokala umsitingin men nýggja barnaverndarstovan undir Almannastovuni so verður tað eitt stórt afturstig fyri brúkaran í Klaksvík og aðrastaðni við har ekspertisan er uppbygd. Vónandi verður hetta tikið til eftirtektar.
Ein annar spurningur er, um tað er rætt at lóggeva so, at lokal- og landspolitikarir ikki kunnu sita í barnaverndini. Politikarir eru valdir at skapa karmar og í minni mun at taka støðu í persónsmálum. Eisini kann tað vera løgið, sum politikari fyrst at taka støðu í barnaverndini í einum málið í barnaverndini, fyri síðan at flyta seg hinu megin borðið og har skula útvega kostnaðin av avgerðini, ið tú tók fyrru ferðina. Persónliga hevði eg ikki sum politikari vilja sitið í eini barnavernd.
Triði spurningurin er, um tað er rætt at noyða kommununnar at samstarva í størri økjum enn kommunueindin ( 1500 íbúgvar). Hetta haldi eg er rætt at gera, tí endamálið við lógini er at verja barnið og tryggja at tað fær eina so góða og forsvarliga viðgerð sum gjørligt, hetta er ikki í sama mun gjørligt í eini lítlari kommunu við 100 íbúgvum.
Omanfyrinevndu spurningar eru eftir mínum tykki væl greiddir í lógaruppskotinum. Spurningurin um barnaverndarstovuna og býtislykilin í samband við fíggingina eru eftir mínum tykki minni væl avgreiddir. Tað er ikki heppi, at leggja barnaverndarstovuna sum eina deild av almannastovuni tá ið verðuleikin er, at hesin førleiki í dag er bygdur upp í fleiri kommunum: Tórshavn, Klaksvík og Runavík. Hví ikki byggja víðari á henda førleikan og leggja hesa stovuna í økir ella finna eina interkommunala loysn ?
Fíggjarligi spurningurin er sum tað ljóðar, at lækka landsskattin og hækka kommunuskattin. Henda loysn hevur fleiri vansar við sær millum annað at kommunuskatturin hevur eina sosiala slagsíðu í mun til progresivu landsskattaskipanina. Hetta vísti javnaðarflokkurin fleiri ferð á síðst hetta lógarupp-skotið var frammi so eg vóni at flokkurin vil taka hædd fyri hesum í lógaruppskotinum.
Samanumtikið er lóg-in tó ein munandi bati, serliga tá ið hugsa verður um rættartrygdina hjá børnum og foreldrum. Ásett er í lógini at hon skal endurskoðast um 5 ár, vónandi verður hetta gjørt og møgulig brek rættaði til tað tíð.