Mánadagin 14. juli verður útgávukonsert hjá Stanley Samuelsen í Gamla Reinsaríi á Tórsgøtu. Sunnudagin 13. verður tó eisini hildin reseptión fyri útgávuna í Sendistovuni á Jóannesar Paturssonargøtu.
- Løgini eru øll føroysk, skrivað av yrkjarum, ið mær dámar væl. Eg havi skrivað ein tekst sjálvur, men restin er eftir Janus Djurhuus, Hans Andrias Djurhuus, Richard Long, M. S. Viðstein, Valdemar á Løgmansbø og Fríðrik Petersen.
- Eg havi valt hesar yrkingarnar, tí tær siga mær nakað. Havi m.a gjørt eitt nýtt lag til »Tíðin rennur« hjá Fríðrik Petersen, og tað kom fløgan so at eita. Tað er eingin beinleiðis orsøk til tað. Tað er meira bara ein konstatering av fakta, tí at tíðin rennur, og tað gjørdi hon eisini, meðan hendan fløgan varð gjørd, sigur Stanley.
Framleiðslan av »Tíðin Rennur«
- Eg havi gjørt øll løgini og havi eisini innspælt og framleitt fløguna sjálvur í upptøkuhølinum hjá mær heima í Birkerød. Hetta er fólkatónleikur, sum er akustiskt baseraður á gittara. Eitt lag hevur klaver, eitt hevur eitt sindur av violin, men annars er tað bassur, trummir, el gittari og akustiskur gittari. Hon er miksað saman við normanninum Erling Løvik, sum eg eisini innspældi fyrstu fløguna hjá mær saman við. Hann hevur eisini mastrað hana í egna upptøkuhølinum hjá sær í Noregi.
Hvussu fekst tú áhuga fyri tónleiki?
- Mín áhugi fyri tónleikinum byrjaði í barnsalduri. Vit høvdu eitt pumpiorgul heima, sum tað bleiv spælt nógv á. Høvdu eisini eina grammofon og radio, sum altíð var frá. Eg fangaði nógv beinanvegin, og dugdi nógvar sangar, áðrenn eg dugdi at snakka heilt reint. Beiggi mín arbeiddi í Grønlandi, og ein dagin kom hann heim við einum gittara, sum hann hevði keypt frá einum normanni. Tað bleiv so lívsleiðin, og eg havi altíð spælt síðani. Eg var um 13-14 ára aldur tá, og eg eri ongantíð steðgaður aftur.
Hvussu hevur gongdin hjá tær verið til yrkisleiðina sum tónleikari?
- Eg havi spælt tónleik burturav nú í nógv ár. Og so havi eg arbeitt við evnaveikum við síðun av, sum vikarur. Havi roynt at skift ímillum fyri at fáa økonomiina at hanga saman. Men eg havi fyri tað mesta fingist við tónleikin og havi spælt í øllum Danmark í øllum samanhangum; havi broytt meg seg so nógv sum gjørligt fyri at fáa nógv arbeiði runt umkring.
- Eg havi givið tvær fløgur út áðrenn hesa. Tær eru »Um eg kundi kvøðið«, sum kom í 1999 og »Sól og regn«, sum eg gav út í 2005. Umframt tað havi eg verið við á fleiri innspælingum hjá donskum tónleikarum.
- Ígjøgnum 80ini og 90ini var eg í einari duo við Niels Per Jørgensen, sum kallaðist Den Udødelige Duo. Vit góvu eina LP, »Nu er det nu«, út í 1988, og í 1995 kom ein dubultfløga út frá okkum, sum æt »36 gode sange«. Men í tí verkætlanini havi eg meira ella minni bara verið tónleikari aftanfyri, har Niels Per hevur sungið, og eg havi spælt gittara.
- So havi eg eisini verið studiomusikari í nógv ár. Havi m.a spælt við á upptøkum hjá Ib Grønbæk, Troels Trier og Rebekka Brüel. Eg havi tó ongantíð spælt við føroyskum tónleikarum. Nú havi eg jú eisini búð í Danmark síðani 1970, tá eg sum 19 ára gamal fór niður at vitja bróðursonin hjá mær og ongantíð kom aftur. Eg bleiv somikið fasineraður av landinum, at eg avgjørdi at verða verandi. So byrjaði eg at ganga í skúla har, fekk vinir og fór at spæla tónleik við teimum, og so var eingin vegur aftur, greiðir Stanley frá.
Reseptión og útgávukonsert
Komandi sunnudag verður reseptión hjá reklamufyritøkuni Sendistovan í Jóhanensar Paturssonargøtu, har nýggja fløgan hjá Stanley Samuelsen verður presenterað fyri fjølmiðlum og annars øllum, ið hava áhuga.
Mánadagin verður útgávukonsert í Gamla Reinsaríi kl 20.00, og týsdagin verður konsert í Riberhúsi í Fuglafirði, somuleiðis kl 20.00.