Nýggj kanning: Øll lønarhækkingin horvin

Hóast lønin hjá arbeiðsfólki hækkaði 9% í 1999, hevur prísvøksturin longu etið hvørt oyra upp. Sostatt eru arbeiðsfólk enn verri fyri nú, enn tey vóru áðrenn lønarhækkingina, vísir ein nýggj kanning

 

Keypiorka


Arbeiðsfólk í Føroyum eru verri fyri nú, enn tey vóru í 1999.

Tað vísir ein nýggj kanning, sum grannskoðaravirkið hjá Rasmussen & Weihe hevur gjørt.

Nú sáttmálasamráðingarnar standa fyri durum, hevur Føroya Arbeiðarafelag biðið Rasmussen og Weihe gjørt eina meting av livikostnaðinum hjá einum løntakara við arbeiðarainntøku.

Úrslitið av kanningini vísir, at hóast føroysk arbeiðsfólk fingu eina lønarhækking upp á 9% í 1999, eru tey verri fyri nú, enn tey vóru, áðrenn lønin hækkaði.

Orsøkin til tað er, at prísirnir eru hækkaðir so nógv hesi bæið seinastu árini.

Kanningin vísir, at prísirnir eru hækkaðir eini 10% í miðal síðani 1. mai í 1999, so hóast lønin hækkaði 9%, eru løntakararnir enn verri fyri nú, enn teir vóru , áðrenn lønin hækkaði.

Kanningin hjá grannskoðaravirkinum er bygt á lønar- og kostnaðarstøðið um ársskiftið 2000/2001 og 1998/1999.

?Lønarhækkingin í samráðingunum í 1999 bar í sær, at hjá einum arbeiðara við fullum tímatali, hækkaði lønin úr 155.000 krónur um árið, upp í 170.000 krónur um árið, ella umleið 15.000 krónur um árið.

Árliga tímatalið hjá einum arbeiðara við føstum arbeiði alt árið, er umleið 1.800 tímar.

Fortreytirnar fyri kanningini er,at útreiðslurnar til bústað eru umleið 4.500 krónur um mánaðin. Hetta kann verða rentur og avdráttir, ella leiga. Í Hesum roknistykkinum hevur grannskoðaravirkið roknað við, at útreiðslurnar til bústað verða brúktar til 70.000 krónur um árið í reintum og avdráttum, men afturfyri fáa tey so afturfyri fáa rentustuðul. Men hann lækkaði úr 48% niður í 44% í ár, og hann lækkar aftur niður í 42% næsta ár.

Útreiðslurnar, sum her eru nrtúktar til bústað, svarar til eitt lán uppá umleið 800.000 krónur, sum tey betala yvir 24 ár við eini rentu upp á 7%.

Oljunýtslan er sett til 4.000 litrar um árið og elnýtslan til 5000 kilowatt. Telefonrokningin er 500 krónur um mánaðin og goldið verður bæði útvarps- og sjónvarpsgjald.

Útreiðslurnar til mat til eitt vaksið fólk, er sett til 16.000 krónur um árið. Hetta er útfrá kanningini, sum ein verkabólkur fyri fakfeløgini gjørdi í 1998, men so er lagt upp fyri prísvøkstrinum síðani tá.

Somuleiðis er roknað við skattalættanum sum kom 1. januar í ár, og roknað er við einum kommunuskatti upp á 20%.

Grannskoðaravirkið sigur, at tann útreiðslan, sum er hækkað mest, er oljan. Men annars eru allar útreiðslur, sum eru við í pristalsgrundarlagnum hækkaðar, í miðal er hækkingin umleið10%.


Manglar 38.000 krónur

Í døminum omanfyri er roknað við einum einum arbeiðara, ið hevur fult tímatal.

Men tað eru tað nógv, sum ikki hava. Verður roknað við einum, sum forvinnur 100.000 krónur um árið, kemur hann at mangla 37.778 krónur í um árið til klæðir, barnaansing, bil o.a., tá ið allar aðrar útreiðslur eru drignar frá. Ein, sum forvinnur 100.000 krónur, arbeiðir um 1.066 tímar um árið, ella 60% av fullum tímatali.

Hendan inntøkan betalir 29.440 krónur í skatti, ALS og til hin samhaldsfasta, tað er 29%. Tá ið skatturin og maturin er goldin, hevur hann bara 50.060 krónur eftir til bústað, olju, streym, telefon o.s.fr. Tá ið alt tað er goldið, er undirskotið 37.778 krónur, og hetta er so áðrenn eitt oyra er brúkt til klæðir, bil, barnansing ella annað.

Meiri á síðu 5.


MYNDATEKSTUR: TALVA 1


Hendan talvan vísir, at hóast lønarhækkingina í 1999, hevur hesin løntakari ikki eitt oyram meiri at liva fyri nú, tí prísirnir eru hækkaðir so nógv. Tá ið allar fastar útreiðslur eru goldnar, hevði hann 3.303 krónur í undirskoti í 1999 og nú hevur hann 2.903 krónir í undirskoti. Sostatt er ikki eitt oyra eftir til klæðir, barnaansing, bil o.a. Men í veruleikanum helt grannskoðarin, at løntakarin var verri fyri nú, enn fyri tveimum árum síðani, tí nógvar vørur av teimum, sum ikki eru taldar uppí, hetta roknistykki, eru dýrkaðar rættiliga nógv, eitt nú klæðir, skógvar o.a. Hetta dømi er fyri ein einsamallan arbeiðara