Jógvan Isaksen hevur givið út nýggju krimisøguna Krossmessa, ið er triðja bókin um Hannis Martinsson
Tá ið tvey ung, bretsk umhvørvisfólk verða funnin deyð millum hvalirnar á oljukaiini í Havn, fær tað felagsskapir um allan heim at fara í hernað móti Føroyum. Hannis Martinsson verður biðin um at finna út av, hvør ið hevur dripið tey ungu. Hann tekur treyðugt ímóti avbjóðingini, sum eisini vísir seg at vera væl meiri vandamikil, enn hann hevði roknað við.
Umframt at vera krimisøga roynir Krossmessa at gera eina løtumynd av føroyska samfelagnum, og vísa, hvussu viðbreknar Føroyar eru í alheims høpi, tá ið tað snýr seg um grindadráp.
Tað er Mentanargrunnur Studentafelagsins, sum gevur Krossmessa út
Triðja bókin um Hannis Martinsson er nú givin út