Aftur hevur størsti danski festivalurin almannakunngjørt nýggj nøvn. Hóast skráin segðist at vera liðug fyri fleiri vikum síðani, hevur størsti danski festivalurin nú aftur almannakunngjørt nýggj nøvn at spæla á festivalinum.
Enska duoin ?The Ting Tings? við Jules de Martino og Kate White fara at umboða bretska poppin, tá ið tey fara á pallin saman við svensku songkvinnuni Robyn.
Seinasti bólkurin, sum er lagdur afturat Roskilde-skránni, er kubanski Juan Formell y Los Van Van, sum sigst at vera kendasti salsabólkurin.
Bólkurin, sum fekk sera góð ummæli, tá ið hann seinast vitjaði Keypmannahavn í mars mánaða, blandar karibisk grooves við jazz og rokk. Konsertin er ein partur av fráfaringartúrné´ini hjá Formell ? og tað má sigast at vera ein góður máti at siga farvæl uppá saman við sekstan manns stóra bólkinum Los Van Van.