Vinnuframagrunnurin hevur fingið nýggja nevnd. Regin W. Dalsgaard er nýggjur formaður Landsstýrismaðurin í Vinnumálum Johan Dahl hevur valt nýggju nevndina fyri Vinnframagrunnin.
Endamálið við Vinnuframagrunninum er, at hann skal stuðla vinnuni í avmarkaðan mun ? uttan at veita rakstrar- og íløgustuðul. Grunnurin stuðlar tiltøkum, sum fjøltátta vinnulívið og økja um nýtsluna av vitan.
Nýggja nevndin er mannað av:
Regin W. Dalsgaard, formaður
Sissal Kristiansen
Guðrið Andórsdóttir
Suni Dalbø
Kári Kallsberg