Jákup av Skarði, Nólsoy
Arbeiðsbólkurin hevur verið í jaligum samskiftið við Jacob Vestergaard, landsstýrismann, síðani faldarin varð handaður honum 9. januar 2006. Eisini hevur samskiftið við Tórshavnar Skipasmiðju og Strandferðaskip Landsins verið gott. Men nú brádliga eftir ¾ ár í góðum samskifti stendur fast! Nú ber ikki til at fáa pening til annað enn projektering.
Tað kann ikki verða rætt, at eftir stóra arbeiði at fáa til vega Teistan, skal projekteringin til nýggja Ritu verða tað einasta í kann fáast av skafti í 2007. Øll tey, ið eru von at verða í pappírsmeldrinum tá skip skal byggjast, vita at projektering, útbjóðing og meting av tilboðum kunnu fáast ígjøgnum á ½ ár. Harafturat eru øll tølini í sambandi við Teistan tøk og greið, samstundis sum SSL hevur dagførd tøl fyri Rituna.
Tí er tað sjálvsagt, at er hugurin til at stuðlað verkætlanini fult út, so kann byggingin fara í gongd í juni 2007 og so røkir nýggja ferja samferðsluna á ólavsøku 2008.
Tað hevur verið frammi í fjølmiðlunum, at vetnis-verkætlanin í Nólsoy er gott høvi at byggja fyrsta skipið, ið nýtir vetni. Hesum tekur arbeiðsbólkurin sjálvsagt fult undir við, men tað kann ikki koma upp á tal, at tað hevur við sær at Ritan sum siglir nú skal røkja farleiðina í 5 ár afturat.
Arbeiðsbólkurin tekur fult undir við ætlanunum undir hugtakinum grøn oyggj og at tað sjálvsagt er upplagt at nýta hetta høvi at bera Føroyar fram í altjóða samskiftinum. Men vit skulu samstundis hava í huga at nýtt skip fyri langari tíð síðani átti at verið bygt.
Arbeiðsbólkurin hevur frá fyrsta degi havt í huga, at á sumri 2008 kundi nýggja ferjan røkja farleiðina. Hetta hevur verið okkara meting, bæði út frá tí fundarvirksemi vit hava havt við politikkarar og skipasmiðju og eisini út frá tí tvørliga gerandissamferðslu, ið vit eru bundin av hvønn einasta dag.
Sjálvsagt kann nýggja ferjan verða fyrimynd og nýta vetni. Men talan má vera um at byggja skipið, soleiðis at tað er tøkt á sumri 2008, fyri síðani at skifta til vetnis-tøkni, tá ið kunnleikin er til tað, um tað so er um 5 ár ella longri frammi í tíðini.
Besta høvi at selja vøruna og vísa á hvussu týdningarmikið tað er at nýta vetni, má vera at kunna vísa á røtt tøl og síggja munin á vanligum motorum og vetnis-motorum. Tí er einki meira logiskt enn at byggja skipið við vanligum motorum nú og síðani skifta motorarnar, tá ið vetnis-tøknin er tøk. So hava vit eins grundarlag at lýsa munin: Farleiðin, summar/vetur, títtleiki og sjálvsagt orkuprísir.
Fyri at taka í aftur sumt, ið ført hevur verið fram í smb. v/ tørvin, verður víst á hesi punkt:
¢ Alt ov tvørligt er at fara við Rituni, um tú ert bundin av koyristóli, illa gongd/-ur,
hevur barnavogn ella bara hevur nógv viðføri við tær
¢ Skal nakað takast við, ið er breiðari enn landgongin, so skal tað handast umborð og harvið lyftast upp um høvd
¢ Hevur onkur áhuga at taka sær bilin við, ella kanska nýtt innbúgv, so skal hetta við krana lyftast í land tá er neyðugt at tekna eyka trygging, um nú okkurt óhapp hendir
¢ Er onkur deyður, so skal kistan førast í last ið eisini verður nýtt til mat og rusk fyri síðani aftur at lyftast høgt upp í loft og niður á keiina. Hugsi tykkum til, um óhapp einaferð hendir!
¢ Skulu hús byggjast, so skal alt tilfarið lyftast umborð í Havn, lyftast í land í Nólsoy og síðani við bili/traktori á byggiplássið
Vónandi hevur SSL longu gjørt forarbeiði, at kanna tekningar uttanlands fyri at finna dømi um nýtiliga ferju tí so er sjálvsagt lættari hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, at lýsa til fundar at práta við bygdarfólkið um tær ætlanir hann hevur arbeitt við hesar 9 mánaðirnar ráð hansara hevur havt verkætlanina um hendi.
Arbeiðsbólkurin vil inniliga heita á allar politikkarar og onnur, ið kunnu ávirka undirtøkuna fyri verkætlanini at gera sítt til at játtaðar verða 15 milliónir á fíggjarlógini 2007 fyri síðani at játta aðrar 15-20 milliónir krónur á fíggjarlógini 2008.
Við ynski um at farleiðin Nólsoy-Tórshavn í ár 2008 er dagførd!