Løgmaður fer í kvøld at halda eina nýggjársrøðu, sum fellur væl í oyruni hjá fólki.
? Talan verður ikki um eina politiska røðu, men um eina nýggjársrøðu við nøkrum staðfestingum um, hvar samfelagið er í dag og hvat kemur, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Anfinn Kallsberg var longu fyri jól liðugur við beinagrindina í røðuni, og hósdagin varð røðan endaliga fínpussað. Tað hevur ikki tikið langa tíð at skriva røðuna, sigur Anfinn Kallsberg.
Løgmaður vil ikki siga nakað um, hvørji evni, hann fer at viðgera í røðuni. Men hann ásannar, at fullveldistilgongdin heilt náttúrligt fer at verða viðgjørd.