Saman við Margarinfabrikkini skipar Guðrið Hansdóttir nú fyri einari nýggjari tónleikakapping, ið hon nevnir FM08.
Navnið kann merkja bæði føroyameistarakapping í tónleiki ella Faroese Music, men innihaldið í kappingini er greitt.
- Síðan Prix Føroyar kappingin varð niðurløgd, hevur tørvur verið á einum palli hjá nýggjum bólkum at spæla á, og har nýggir bólkar kunnu koma fram. Tað var vanliga sagt, at tá Prix Føroyar fór niður, komu festivalarnir upp, men nýggir bólkar fáa ikki møguleikan at spæla á festivalunum. Eisini hava vit eina kapping sum GBOB, men tað er ein meira altjóða kapping, har tað meira eru rokkbólkar og bólkar, ið spæla harðan rokk, ið sleppa framat, sigur Guðrið Hansdóttir, ið er fyriskipari av nýggju tónleikakappingini.
Sambært henni eru fleiri sjangrur, ið ongan pall hava at spæla á í løtuni, harímillum popp, og einki er hjá bólkunum at venja fram móti, og tí verður farið undir hesa nýggju kappingina, har allar sjangrur eru vælkomnar.
- Øll kunnu luttaka í FM08, einstaklingar og bólkar í øllum sjangrum. Tó er tað ein treyt, at bólkurin ella einstaklingurin ikki hevur givið fløgu út áður, greiður Guðrið Hansdóttir frá.
Leggja dent á originalitet
Umframt at bólkurin ella einstaklingurin ikki skal hava givið fløgu út áður, eru sjálvandi eisini aðrar treytir, ið skulu uppfyllast.
- Hvør bólkur ella einstaklingur fær 15 minuttir á pallinum, og ein onnur treyt er, at tey framføra tvey egin løg innan hesar 15 minuttirnar. Hetta gera vit fyri at leggja dent á at tað er originalt og egið, ið tey framføra, sigur Guðrið Hansdóttir.
Guðrið Hansdóttir ivast ikki í, at nógv nýggj og góð løg verða at hoyra.
- Higartil hevur undirtøkan verið góð, og fleiri eru longu tilmeldaði. Eg veit um fleiri bólkar úr Margarinfabrikkini, ið koma at verða við í kappingini, og sum venja fram móti hesum, sigur Guðrið Hansdóttir.
Vinna studiotíð
Kappingin FM08 verður øll hildin í Reinsaríinum í Tórsgøtu, og fyrsta innleiðandi umfarð verður hildið 22. november, næsta innleiðandi umfarð verður hildið 29. november og finalan verður so tann 6. desember.
Tað verða tríggir dómarar, ið fara at gera av, hvør verður vinnari av kappingini, og teir eru eingir minni enn Terji Rasmussen, Lena Andersen og Niels Arge Galán.
Høvuðsvinningurin í kappingini verður fimm dagar í Studio Oyravox, har møguleiki verður fyri at taka nøkur løg upp.
Skapa lív í býnum
Øll kappingin verður, sum áður sagt, øll hildin í Reinsaríinum í Tórsgøtu, og endamálið við hesum er at skapa lív í býnum aftur, og fyri at vera í nærumhvørvinum. Reinsaríið hevur júst fingið nýggja tónleikaútgerð, og tískil skuldu karmarnir verið sera góðir fyri nýggju tónleikakappingini, FM08.
- Harafturat er hetta ein lágprískapping, har vit ikki hava nakrar sponsorar við í leikinum. Hetta er bara eitt egið tiltak, har vit vilja leggja dent á tónleikin, heldur enn pengarnar, sigur Gurðið Hansdóttir at enda.