Talan er um nakað heilt nýtt í Føroyum. Frammanundan eru tað bert trý fólk í landinum við hesari útbúgvingini. Og tey tóku hana í Danmark. Men nú fer so at bera til fyri fyrstu ferð at fáa hesa útbúgvingina í Føroyum.
Tað er Alzheimersfelagið, sum hevur tikið stig til hetta. Og tað gera tey, tí tey meta, at tað so avgjørt er tørvur á tí. Hóast ongi tøl eru fyri dementsjúkum í Føroyum, so vísa tøl í Danmark eina øking í hesum sjúkum.
? Tað er ein rúgva av vitan um hesar sjúkurnar, sum vit fáa við hesum skeiðinum, sigur Randi Absalonsen, sum er nevndarlimur sum avvarðandi í Alzheimersfelagnum.
Skeiðið byrjar sum sagt um hálvan september, og tað verða 15 luttakarar. Hesi fara so eftir lokið skeið at kunna víðariføra teirra vitan og halda skeið fyri øðrum innan starvsøkið. Ein skal hava onkra útbúgving innan heilsuverkið fyri at kunna taka hesa útbúgvingina. So hon kann kallast ein yvirbygningur, har ein ognar sær serliga vitan innan dementsjúkur.
Skeiðið verður í trimum modulum. Tað fyrsta í september, síðani í desember og so í februar komandi ár. Síðani skulu tey skriva eina endaliga uppgávu, og so eru tey dementkoordinatar.
Alzheimersfelagið fegnast um, at tað nú fer at bera til at taka hesa útbúgvingina í Føroyum, tí harvið slepst undan at senda fólk til Danmarkar.