Væntandi verða vit liðug við hetta síðst í september. Tá hetta arbeiðið er liðugt í bygginevndini fer tað í Sosialunevnd, Fíggjarnevndina og síðan í Býráðið. ?Tað var soleiðis, at tey fyrru tilboðini høvdu grundleggjandi manglar í mun til byggiskránna og mynduleikakrøv og tá mælti ein meiriluti í bygginevndini til: ?Meirilutin í bygginevndini hjá Tórshavnar kommunu mælti herfyri frá at taka av nøkrum av innkomnu tilboðunum at byggja ellis- og røktarheim Yviri við Strond, tí øll teirra hava grundleggjandi manglar í mun til byggiskránna og myndugleikakrøv, sum gera, at tað er ikki ráðiligt at realisera nakað av uppskotunum á fyriliggjandi grundarlagi. ?Síðst í juni mánaði segði eg í grein í fjølmiðlunum, at spakin vónandi verður settur í í november í ár. Eg eri so mikið bjartskygd, at sjálvt um vit nú blivu nakað seinka, trúgvi eg at vit seta spakan í í november ella december í ár.