Nýggj útstykking fyri 17 miljónir

13 av 27 grundstykkjum í nýggjari útstykking á Skála eru longu seld.

 

Hin 31. oktober í 2019 skrivaðu Jón Sigurdsson, stjóri í Articon og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, undir sáttmála um eina útstykking sunnan fyri Hórheiðar á Skála. Verkætlanin fevndi um 27 grundstykkir. Við í útstykkingini var planering av grundstykkjum, kantsteinar, gongubreytir, gøtuljós, asfaltering og rottangar.

Á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu í kvøld verður víst á, at hesin sáttmáli varð fyri stívliga 16 mánaðum síðan undirskrivaður í húsunum hjá Fornminnafelagnum fyri Skála og Skálafjørð.

- Seinnapartin í dag handaði Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, so kommununi útstykkingina í somu húsum hjá Fornminnafelagnum, og nú arbeiðið hjá Articon er liðugt, er semja um, at útstykkingin er serstakliga væl frágingin.

Umboð fyri Articon, teknisku deild og formaðurin í byggi-og býarskipanarnevndini hjá Runavíkar kommunu, Tóri Højgaard, vóru møtt. Borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen og stjórin í Articon, Jón Sigurdsson, nýttu høvi at røða og hvør sær at takka fyri sera gott samstarv hesa tíðina.

- Tað er Formo á Glyvrum, sum hevur havt eftirlit fyri kommununa, og felagið var eisini umboðað, nú útstykkingin varð latin kommununi.

Á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu verður lagt aftrat, at 13 av teimum 27 grundstykkjunum longu eru seld. Søluprísurin fyri nýggju grundstykkini á Skála er 575 krónur fyri fermeturin. Sáttmálakostnaðurin er nakað oman fyri 17 miljónir krónur, verður lagt aftrat.

##med2##