Nýggj uppliving úti í Grøv

Ein nýggjur talandi peli – ein sonevndur totem-peli – er komin at standa í viðarlundini úti í Grøv, har føroyskar náttúruyrkingar og tekstbrot, ið onkursvegna hava náttúruna sum tema, ljóða út í rúmið.

Tey, sum hesa seinastu tíðina hava gingið ein túr eftir hugnaligu gøtuni út í Viðarlundina úti í Grøv, hava varnast, at ein nýggjur, talandi peli – ein sonevndur totem-peli – er komin at standa á sælttanum beint niðan fyri gomlu bústaðartoftina úti í Grøv.

Býargartnarin sigur, at hann leingi hevur havt hugskotið at geva teimum vitjandi eina skaldsliga uppliving við at lata føroyskar náttúruyrkingar og tekstbrot, ið onkursvegna hava náttúruna sum tema, ljóða út í rúmið – eisini yrkingar og tekstbrot, sum nevna og viðgera frumevnini, so sum vatn, jørð og luft.

Súlan, ið er sera snotilig, og sum eisini hevur frumevni sum sema, hevur Armgarð Absalonsen málað. Hon hevur arbeitt hjá býargartnaranum í summar.

So nú er bara hjá fólki at spáka út í Grøv og fáa sær eina nýggja og heldur enn ikki forkunnuga uppliving, sigur Klaksvíkar kommuna í skrivi.