Seinastu fundirnir í økisfeløgunum vóru um stuðulsskipanina hjá Menningartarnaðum. Fundirnir vístu greitt, at enn manglar nógv í, at stuðulsskipanin er nøktandi. Foreldur at smærri børnum vístu á manglandi samstarv millum barnagarð, skúla, stuðlar, Almannastovu og kommunur.
Almannastovan er í flestu førum tann játtandi myndugleikin. Men enn í ár 2000 verður stuðul játtaður til vaksin menningartarnað sum bót fyri manglandi arbeiðspláss, bústað ella annað tilboð. Eitt av stórmálunum, ið Javni hevur fyri framman, er skúlaskipanin til vaksin og børn, ið eru menningartarnað.