Nýggja oddaliðið H71 basti føroyameistarunum

Eitt ungt lið av H71 kvinnum hevur lagt seg á odda í SMS-kappingini eftir sigur á greipuvinnarunum úr VÍF

Kvinnurnar í H71 eru fyri bert aðru ferð partir av fremstu deildini hjá kvinnum, men tær hava víst seg framúr væl fram teir fyrstu dystirnar.

 

Eftir sigur á Kyndli og Neistanum skuldu ungu hoyvíksgenturnar so spæla móti favorittunum úr VÍF, og her var sjón fyri søgn at hetta var ein toppdystur.

H71 kom betri frá byrjan og legði seg tvey mál fram um, men yvirhøvur skiftust liðini bæði um málini. Um miðan seinna hálvleik var púra javnt, 7-7, 8-8 og 9-9.

 

Um hetta mundið kom ein harmulig støða fyri, tí at VÍF-profilurin, Durita C. Jojic, fekk ein óhepnan skaða, og tað var ikki hugsingur um at hon fór at koma aftur á vøllin í dag.

Eingin ivi var um at hetta var ein dýrur missur hjá VÍF, ið eisini mátti til hálvleiks aftanfyri við støðuni 12-14 til H71

 

Í seinna hálvleiki løgdu vestmannakvinnur nógv fyri at taka leiðsluna aftur. VÍF byrjaði við sera høgari leikferð, men gott málverjuspæl frá Vár H. Thomsen, og kanska eisini vantandi neyvleika, gjørdi at H71 helt fast um leiðsluna.

 

Vinstri bakkarnir á báðum liðnum, Liljan Djurhuus og Marita Mortensen hjá ávikavist VÍF og H71 høvdu sett sín dám á dystin við nógvum málum. VÍF vildi steðga hesum, við at mansverja unga bakkin hjá H71, men hetta gav í staðin pláss til Mariu H. Weyhe, ið fór at skjóta nógv mál.

Avleiðingin av hesum var at VÍF tók eisini hana burtur úr spælinum, so at spælt var fýra móti fýra tá ið H71 var í álopið.

 

Hendan ætlanin tóktist at eydnast vestmenningum væl, tí miðskeiðis í seinna hálvleiki kom VÍF á odda við støðuni 21-20.

Men VÍF slapp ikki av við H71. Aftur fóru liðini at skiftast at skjóta mál og H71 royndi seg í løtum við at spæla við sjey áleyparum fyri at sleppa undan mansverjunum.

 

Leiðslan flutti seg aftur til H71, ið hevði hug at vera eitt mál á odda, og dysturin skuldi avgerast í seinastu løtunum.

Her var tað H71, ið fekk dystin at koppa til sín. Støðan var 27-28 til H71 við einum minutti eftir at leika. Hondin hjá dómarunum kom upp, og vestmenningar tevjaðu møguleikan. Men bólturin var hegnisliga spældur út á høgra vong, har ið Guðrið á Borg eins hegnisliga avgjørdi dystin til 27-29 til H71.

 

Sostatt er H71 oddalið í SMS kappingini, eftir at felagið hevur vunnið tríggjar teir fyrstu dystirnar í kappingini.

 

Málskjúttar hjá VÍF:

Liljan Djurhuus 9, Kathe Frederiksen 6, Agnas Olsen 4, Heidi Maria Akselsen 3, Brynja Rógvadóttir 2, Halla Midjord 2, Durita C. Jojic 1

 

Málskjúttar hjá H71:

Marita Mortensen 9, Maria H. Weyhe 8, Durita T. Joensen 4, Guðrið á Borg 3, Karin Simonsen 1, Anna á Steig 1, Katrin V. Højsted 1