? Tað hevur eydnast væl, at byggja ÚF upp til teirri støðina, hon er í dag. Vit hava 40 ára royndir í at gera útvarp, og kenna tí ikki nýggju útvarpsstøðina, Atlantic Radio, sum nakra hóttan, sigur Jógvan Arge, programmleiðari í Útvarpi Føroya.
Jógvan Arge sigur tað vera løgi, um ÚF ikki fer at klára at fylgja við í menningini, saman við øðrum útvarpsstøðum. Hann sigur, at ÚF fer at halda fram at senda so breitt tilfar sum møguligt, eins og kravt er fyri eina almenna útvarpsstøð. Hetta ger, at okkurt verður til øll, í staðin fyri, at støðin leggur seg eftir einum ávísum lurtaraskara.
Hóast Atlantic Radio fer at senda alt samdøgrið, heldur programmleiðarin í ÚF heldur ikki hetta vera nakra hóttan móti hansara støð. Hann sigur, at tað enn ikki hevur verið umrøtt, um ÚF skal nýta longri senditíð, men hetta heldur hann væl kann koma upp á tal.
Maður kemur í mans stað
So hvørt Atlantic Radio mennist, kemur støðin at hava brúk fyri alt fleiri fólkum, og hugsandi er, at onkur, ið frammanundan starvast hjá ÚF, fer í starv hjá kappingarneytanum, Atlantic Radio. Men heldur ikki hetta sær Jógvan Arge sum nakra hóttan móti ÚF. Hann nýtir gamla orðatakið um, at maður kemur í mans stað, og sigur, at eingin trupulleiki skuldi verið at fingið nýtt fólk við góðum evnum.
At enda vísir Jógvan Arge á, at tá sjónvarpsfelagið byrjaði at senda í 1979, fekk ÚF ein kappingarneyta. Men hetta gav ongar trupulleikar hjá ÚF, og tað væntar hann heldur ikki, at Atlantic Radio fer at geva.