Nýggja vaktarskipið ikki umfatað av sáttmála

Maskinmeistarafelagið hevur nú biðið Fíggjarmálastýrið um samráðingar um sáttmála fyri nýggja vaktar- og bjargingarskipið, sum bygt verður í Noregi.

Skipið er ikki umfatað av nøkrum verandi sáttmála, og Maskinmeistarafelagið vil tí hava øll viðurskifti hesum viðvíkjandi avgreidd, áðrenn limir felagsins mynstra fyrstu ferð við skipinum.