Nýggjan virkisbygning á Hjalla

Fríggjadagin 2. desember 2005 var móttøka í nýggja virkisbygninginum hjá byggifelagnum P/F ArtiCon á Hjalla. Samlaða gólvvíddin er upp á næstan 1.000 fermetrar við skrivstovum, goymslu, verkstaði og betongblandistøð

Umleið 300 fólk vóru til móttøku í nýggja virkisbygninginum hjá byggifelagnum P/F ArtiCon á Hjalla fríggjadagin 2. desember.

ArtiCon er ein av stóru byggiføritøkunum í landinum, ið varð sett á stovn í januar 2001 og byrjaði sítt virksemi sum byggifelag 1. apríl sama ár.

Frá byrjan var ætlanin at ArtiCon skuldi vera ein fyritøka, sum kappast við aðrar fyritøkur innan somu vinnugrein. Málið var skjótt at koma upp á eina ávísa stødd og at hava orku til at loysa sjálvt størri uppgávur. Tað eydnaðist.

Í Desember 2001 keypti ArtiCon eitt annað virki, Byggi-Service á Skála, ið hevði drúgvar royndir á marknaðinum. Articon og Byggi-Service hava síðan havt somu leiðslu og verða rikin sum móður- og dóttirfelag.

ArtiCon hevur serliga førleika innan jørð, kloakk, betong, byggibúgving, havnagerð og líknandi arbeiði, meðan Byggi-Service hevur sum sítt fremsta arbeiðsøki timbur- og snikkaraarbeiði, eins og innrættingin í samband við nýbygging av og umvælingar umborð á skipum.

Starvsfólkini hjá ArtiCon og Byggi-Service eru umleið 100 í tali.

Høvuðspartaeigarar og stjórar í fyritøkunum eru Niclas Joensen og Jón Danielsen í Havn. Báðir eru teir sandingar. Niclas er útbúgvin bankamaður og siviløkonomur , meðan Jón er byggiverkfrøðingur.

Samlaða gólvvíddin á nýggja bygninginum er 960 fermetrar við skrivstovum, goymslu, verkstaði og betongblandistøð. Eisini hýsa teir bjargingar- og sløkkiútgerð hjá felagnum Fønix, sum ArtiCon er medeigari í.

Árni Winther Arkietktar hava teknað innrættingina av skrivstovunum, meðan ArtiCon sjálvir hava staðið fyri byggingini.