Nýggjar bøkur á altjóða bókadegnum

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út tvær myndabøkur á altjóða bókadegnum 23. apríl

ÚTGÁVA
Bøkurnar, talan er um, eru Teir tríggir bukkarnir Brúsi og Mammur okkara.
Teir tríggir bukkarnir Brúsi, sum Ursula Seeberg endursegði og teknaði, er millum kendastu og best umtóktu ævintýrini í Norðurlondum.
Fyri nøkrum árum síðan gav Bókadeildin ævintýrið út sum myndabók, men tann útgávan hevur verið útseld í fleiri ár. Nú kemur so nýggj útgáva, ið kenda, danska listakvinnan, Ursula Seeberg, hevur skrivað og teknað. Trøllið er ikki minni grefligt og ljótt á at líta, og nøsin ER veruliga long sum eitt rívuskaft. . .
Pauli Hansen týddi ævintýrið úr donskum. Hann týddi eisini fyrru útgávuna.
Teir tríggir bukkarnir Brúsi er 28 bls. í litum, innbundin og kostar kr. 60. Spf. Hestprent stóð fyri prentgerðini.
Mammur okkara, sum Thomas Svensson hevur skrivað og teknað, snýr seg, sum vera man, um mammur. Jákup, sum vit kenna aftur úr bókunum um Bemblu, hyggur at mammuni, sum gongur við stórum búki, og undrast á, um aðrar mammur, sum eru tær upp á vegin, eru sum mamman. Hvussu við løgreglumammuni, bakaramammuni, sjómansmammuni, kellingamammuni o.s.fr.? Á hvørjari síðu er stuttlig mynd av tjúkkari mammu í onkrum eyðkennisbúna, og niðast stendur stuttur tekstur, ið ber upp á rím. T.d.: Sløkkiliðsmamman búkin kann verma. Barnið spular, tað roynir at herma.
Saman við bókini fylgir eitt klistriark við øllum børnunum. So er bara at finna rætta barnið og klistra tað á rættan búk..
Anna Maria Reinert Jensen hevur týtt bókina, sum er 28 bls. í litum, innbundin og kostar kr. 50. Spf Hestprent stóð fyri prentgerðini.