Nýggjar og gamlar dygdir

Fyri fyrstu ferð í søguni vann Italia á Belgia í einum týðandi dysti

Tað vóru fyrst og fremst gomlu italsku dygdirnar, sum viðførdu, at azur-bláa liðið mikukvøldið kundi tryggjað sær sess í fjórðingsfinaluni.


Heingilásið

Eftir at Totti longu i sætta minutti hevði lagt Italia fram um við einum frálíkum stútara, løgdu rómverjarnir dent á verjupartin.

Júst verjuparturin er tann dygdin, sum fótbóltsáhugað minnast best frá italskum liðum upp gjøgnum seksti og sjeyti árini.

Byrjanin til hetta var Inter liðið, sum í seksti árunum spældi við tí sonevndu catanaccio-skipanini , har tað fyrst og fremst ráddi um at tryggja seg í verjupartinum. Serliga tá leikt varð á útivølli í europeiskum høi, nýtti Inter hesa spæliskipan, og eisini landsliðið nýtti hesa í sínum spæli.

Sostatt kom Italia í 1970 víðari úr bólkaspælinum í HM í 1970 við málmuninum 0-0! Kanska ikki nakað serliga undirhaldandi, men fram til finaluna komu teir so.


Eisini í álop

Mikukvøldið var talan tó ikki um nakað heingilás á italska liðnum, men kortini vóru teir sera tryggir í verjupartinum.

Belgiska liðið hevði nakrar góðar royndir, men hesar komu allar eftir skot ella diagonalbóltar móti italska brotsteiginum, og ongantíð sum úrslit av, at italska verjan varð tagað sundur.

Hinvegin var fleiri ferðir um reppið, at Italia fekk skapt sær møguleikar í kvikum mótalopum, men aloftast vórðu teir tarnaðir av belgisku rangstøðufelluni, har Inzaghi í tíð og ótíð rendi seg fastan.

Dysturin varð avgjørdur, tá Fiore eftir gott mótálop sendi bóltin hegnisliga í netið, og eftir hetta var sjónligt, at Belgia hevði mist alla vón um stig í hesum dysti.


Zoff er á rættari leið

Samanumtikið kann sigast, at italska landsliðið framvegis veit, hvussu ein leiðsla skal verjast, men hinvegin er spælið langt ífrá so destruktivt, sum tað fyrr hevur verið.

Enn er talan tó ikki um nakað meistaraspæl, men kanska er Zoff um at finna røttu blandingina av verju- og álopsfótbólti, soleiðis at hann enn einaferð kann føra eitt gullmerki heim til Italia, soleiðis sum hann eisini gjørdi í EM í 1968 og HM í 1982.

Hinvegin sýndi belgiska liðið í løtum, at teir allarhelst eru førir fyri at fylgja við Italia til fjórðingsfinalurnar. Megna teir á sama hátt at trýsta turkarnar í seinasta dystinum í bólkaspælnum, er í øllum førum ikki óhgusandi, at teir vinna tann dystin.

Turkiska liðið er neyvan ført fyri at spæla eins skipað í verjupartinum, sum Italia er tað, og so kann væl henda seg, at Mpenza ella onkur av liðfeløgunum finnur vegin til meskarnar.


Matarlysturin betri

Efitr mongu frálíku dystirnar, sum higartil hava verið í endaspælinum, er ikki løgið, um matarlysturin hjá sofaíðkarunum er betri, enn vanligt, tá talan er um endaspøl.

Komandi dagarnar er eisini tørvur á góðum matarlysti, tí á matarlepanum eru í minsta lagi tveir dystir um dagin komandi vikuna ella so.tir vánaliga úrsliti, 3-3, móti Slovenia.


Henry favorittur til ?Golden Boot?

Eftir frálíka avrikið hjá Fraklandi og Thierry Henry í 3-0 sigrinum á Danmark, er Arsenal áleyparin nú favoritturin at gerast toppskjútti í kappingini. Oddsini at Henry gerst toppskjútti eru 9-2, meðan hollendarin Patrick Kluivert og spaniólin Raul eru á ávikavist øðrum og triðja plássi.

Áðrenn kappingin byrjaði vóru oddsini fyri Alan Shearer sum toppskjútta 12-1, meðan tey eftir vánaliga avrikið móti Portugal bert eru 20-1.

Savo Milosevic og Zlatko Zahovic eru eisini komnir langt upp á listan at gerast toppskjúttar hjá veddingarfeløgunum, eftir at hesir báðir skoraðu tvey mál í part fyrsta dysti sínum.