Nú kann ein ikki so væl tosa um brandmenn í Tórshavnar Kommunu longur. Fyri fyrstu ferð er ein kvinna millum brandfólkini. Tað er Senøva Berg, ið var millum teirra, ið luttóku á skeiði fyri stuttum.
Skeiðið er ikki fyri nýbyrjarar. Ein skal t.d. hava lokið grundútbúgvingina, fyri at luttaka, og skeiðið er førleikagevandi soleiðis, at ein kann søkja sær víðari útbúgving hjá Beredskabsstyrelsen.
13 tøl
Peter Seloy, branmeistari, fegnast um, at teir nú hava lokið hetta skeið og kunnu halda fram sjálvir, við Beredskabsstyrelsen sum próvdómara.
Vanliga væntast, at eini tvey fólk klára seg ikki, dumpa, men øll kláraðu seg væl hesaferð. Tveir fingu enntá 13 tøl til skrivligu royndina, harav annar fekk 11 til praktisku royndina.
At ein kvinna nú telist millum brandfólkini, fegnast hann um.
- Eg havi góðar starvsfelagar, men teir eru sum eg. Teir rudda ikki. Kvinnur hava tað nokk meira so, at ein er ikki liðugur at eta, fyrr enn ein hevur vaskað upp, heldur Petur Seloy, sum tó leggur dent á, at Senøva skal á ongan háttvera vaskikona.
- Men á onkran hátt, so broytist mentanin. Talumálið á brandstøðini er longu broytt. Sigast kann, at talan nú er um eitt meira nýmótans arbeiðspláss, enn tað áður hevur verið. Brandstøðirnar eru helst millum síðstu arbeiðsøkini, ið kvunnarnar eru slopnar inn á, heldur Petur Seloy.
Helst fleiri
Petur Seloy sigur, at Senøva er ikki tikin inn, bert tí hon er kvinna. Fleiri útveljingar vóru og hon gekk aftur alla tíðina, eftir at sáldað var frá. Hon hevði eisini tikið stóra koyrikortið, fyri at hava møguleika at fáa starv á sløkkiliðnum.
- Tá er álvarsemi aftanfyri, sigur Petur Seloy og heldur annars, at Senøva er væl egnað til starvið, tí hon er sterk og er gift politisti, so hon veit hvat tað vil siga at arbeiða í vaktum.
- Starvsfelagarnir eru glaðir fyri hana og hon hevur klárað seg væl. Einki at ivast í, at um talan verður um fleiri egnaðar kvinnur, ið vísa starvinum áhuga, so taka vit ímóti, sigur Peter Seloy, sum fegnast um nýggju tíðirnar á Brandstøðini.