Nýggjar tænastur á faroedating.fo

Nú víðkar Faroedating um tænastur sínar, og frá februar mánaði verður møguligt hjá limum at senda smsboð til hvønn annan, har ein bert uppgevur eyknevnið sítt. Hetta skal sambært stigtakarunum til Faroedating økja um samskiftis títtleikan millum limirnir, og minka um tørvin at logga á heimasíðuna. Tann ið móttekur smsboðini fær sostatt ikki upplýst telefon nummar ella navn á sendaranum. Ein fær eisini møguleikan at gera ein sokallaðan svartalista, har ein skrivar tey nøvn, ið ein ikki longur ynskir at móttaka smsboð frá.

Umframt hesa tænastu verður nú eisini møguligt at melda seg til eina sms skipan, soleiðis at ein fær smsboð so hvørt ein hevur fingið nýggj boð á heimasíðuni.