Sviar hava í mong ár gingið á odda, tá tað kemur til trygd í bilum. Nú eru fleiri nýggjar trygdarskipanir á veg í nýggjastu Volvo bilarnar.
Volvo Cars arbeiða intenst við at loysa trupulleikarnar við at bilar verða ákoyrdir aftanífrá. Millum nýggjastu trygdarskipanirnar eru »Adaptive Cruise Control« og »Distance Alert«, sum hjálpa bilføraranum við at halda rætta frástøðu til tann sum koyrir frammanfyri.
Ein onnur trygdarskipan er »Collision Warning with Auto Brake« – ein ávaringarskipan, har bilurin sjálvur bremsar, um bilførarin ikke reagerar, tá ein samanstoytur við tann sum koyrir framman fyri er næstan óumgongiligur, ella bilurin er við at koyra á eitt hvørt. Nýggja skipanin verður at fáa til Volvo S80, V70 og XC70 síðst í 2007.