Bólkarnir, sum í ár fara á pallin, eru Kristleif Zachariasen, GO GO Blues, Týr, PállFinnurPáll og Terji Rasmussen Band.
Bólkarnir eru aftur í ár sera áhugaverdir. Onkur teirra er júst komin við fløgu á marknaðin, aðrir koma helst við fløgu rættuliga skjótt.
DJ Pætur Switch sær til, at tiltakið verður ein heild, tá hann millum bólkarnar sýnir síni DJ kynstur.
Eitt sindur um bólkarnar
Kristleif Zachariasen leggur fyri. Nakað fyri tey ið vilja líða á og njóta tónleikin ið júst er útkomin á hansara fyrstu fløgu.
Síðani er tað Uni Debes ið trínur á pallin. Við sær hevur hann so mætar menn sum Arold Ludvig á bass og Rógva á Rógvu á trummur. Uni er føroyska ímyndin av blues. Tað verður tað eisini á konsertini, væl blandað við 60 ára og 70 ára tónleiki. Tey ið hava áhuga fyri Jimmy Hendrix, the Doors og øllum tí harkaliðinum, tey droyma seg heilt burtur hesa løtuna. Go Go Blues koma skjótt við nýggjari fløgu.
Týr kenna øll. Eisini her heima í Føroyum. Tað er ikki bert í fjarskotnum londum at teir eru kendir, men so sanniliga eisini her heima. Týr hevur stóran og breiðan áhoyrara skara.
PállFinnurPáll. Eiga verandi met á 15 teimum bestu og hava fleiri løg á komandi fløgu teirra ið óivað koma beinleiðis inn á listan. Tey ið ikki hava hoyrt sangin um Kaj, tey hoyra hann á konsertini og hava nakað at gleða seg til.
Terji Rasmussen kemur á pallin við bestu tónleikarum vit eiga her heima. Ein góð blanding av Føstufressum og Moyra.
DJ Pætur Switch er best umtókti DJ millum tey ungu. À konsertini vísur hann síni kynstur og kemur við ymiskum ið ikki er roynt í Føroyum áður.
Atgongumerkjasølan er byrjað, og sum skilst, so hevur tað higartil gingið framúr væl við søluni.