Nýggjasta hotel í Havn nú opið

Hotel Havgrím Yviri við Strond í Havn tekur nú ímóti gestum. Síggj myndirnar.

Serstøku og stásiligu húsini Yviri við Strond 44 í havn, hava hugtikið mong. Í mong átti danska sjóverjan húsini,  ið so fingu navnið Komandørhúsini millum manna.

 

 

Nú eru húsini hotel. Havgrím Seaside Hotel 1948  . Arbeitt hevur verið í longri tíð við at umbyggja húsini, og í vikuni lótu hurðarnar upp, og klárt er nú at taka ímóti gestum.

 

 

Vitjar ein heimasíðuna hjá hotellinum, so stendur millum annað soleiðis um søguna:

 

 

Húsini, ið vóru bygt í 1948, einans 3 ár aftaná annan veraldarbardaga, eru, eftir tátíðar føroyskum byggihátti, sera sjáldsom. Neyvan finnast nøkur onnur hús av hesum slagi í Føroyum.

 

 

Tað var Havgrímur Johannesen úr Havn, sum sjálvur bygdi húsini. Eyðálvur á Heygum tegnaði húsini soleiðis sum Havgrímur vildi hava tey at síggja út, eftir íblástri frá sínum mongu siglingartúrum til Stórabretlands. Húsini skuldu hava eina hábærsliga inngongd, havastovu við trappu beinleiðis oman í havan, harrarúm og kamar til arbeiðsfólk.

 

 

Staðsetingin er serstøk og ikki sørt poetisk. Beint landsynningsvert úr húsunum sæst Eystfalssker, sum vit øll kenna frá sanginum hjá skaldinum Hans A. Djurhuus “í góðum veðri hann dyrgdi”.

 

 

Í1948 flutti familjan Johannesen inn í herskapskendu húsini har “har uppi við Eystfalssker.” Tíverri untist teimum ikki at búgva í heiminum, sum Havgrímur hevði lagt so nógva orku í at byggja. Fyrst í fimtiárunum skolaðu búskaparligir brotasjógvar yvir Føroyar, Sjóvinnubankin fór av knóranum og tók Havgrím við í fallinum. Húsini yviri við Strond máttu seljast og familjan noyddist í skundi at finna sær annan bústað.

 

 

Danska sjóverjan keypti húsini frá trotabúnum, og hava til okkara dagar skiftandi danskir kommandørar við familjum sínum búð í húsunum, 21 í alt. So tað er ikki løgið, at húsini á mannamunni hava kallast Kommandørhúsini. Í móttøkuni á hotellinum hongur talva við nøvnunum á øllum teimum herovastum, sum hava búðleikast í húsunum.

 

 

Seinasti kommandørurin flutti í 2013 og var avtalan við danska statin, at Føroya Landstýrið skuldi yvirtakað húsini. Í 2016 valdi landstýrið tó at sleppa sær av við tey, og vóru tey lýst til sølu.