Nýggjasta blaðið í føroyska blaðheiminum, Fregnir, sum kom út í gjár, prentar í fyrstu útgávuni eina nýggja veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt.
Kanningin vísir, at Tjóðveldisflokkurin er størsti flokkur við 25,9%, Javnaðarflokkurin næstur við 24,4%, Sambandsflokkurin 21,2%, Fólkaflokkurin 17,5%, Sjálvstýrisflokkurin 5,4% og Miðflokkurin 4,9%.
Eitt slíkt býti av atkvøðunum hevði givið samgonguni 16 tinglimir, móti teimum 18, sum samgongan hevur í dag. Serliga er tað Fólkaflokkurin, sum hevði staðið seg illa, tí flokkurin hevði mist tveir tinglimir.
Sambandsflokkurin hevði fingið størstu framgongdina, 3,2%, meðan Javnaðarflokkurin hevði fingið eina framgongd upp á 2,5% í mun til seinasta val.
Báðir andstøðuflokkarnir høvdu fingið hvør sín tingmann afturat, so at Sambandsflokkurin hevði fingið sjey og Javnaðarflokkurin átta tingmenn.