Nýggjur Focus í 2005
Eftir at hava verið á marknaðinum í seks ár, verður núverandi Ford Focus avloystur av einum heilt nýggjum Focus fyrst í komandi ári. Focus hevur roynst sera væl og er ein av mest seldu bilum yvirhøvur
Síðan Ford Focus fyrstu ferð kom á marknaðin í 1998, eru ikki minni enn 4 milliónir bilar seldir. Hann bleiv ársins bilur í Evropa í 1999, og hann hevur verið heiðraður í Týsklandi sum ein av teimum mest feilfríu bilunum.
Nýggi Focus verður bæði longri og breiðari enn forgangarin, og aksilfrástøðan er størri.
Focus eru kendir fyri sínar góðu koyrieginleikar, og nýggi Focus verður upp aftur betri at koyra enn forgangarin
Bensinmotorarnir verða hesir: 1,4 litur við 80 hk, 1,6 litur við 100 hk, 1,6 litur við 115 hk, og ein 2,0 litur við 145 hk. Dieselmotorarnir verða: 1,6 litur TDCi við 109 hk og ein 2,0 litur Tdci við 136 hk.
Nýggi Focus fær eina av mest framkomnu trygdarskipanum í sínum klassa til at verja tey ferðandi í bilinum..
Bilurin kemur á maknaðin fyrst í komandi ári.
______________________________________________________________________________
Ford Mondeo í nýggjari útgávu
Hóast Ford Mondeo er sera væl umtóktur, er hann í harðari kapping í miðalklassanum. Nú er hann so komin í eini nýggjari broyttari útgávu við t.d. nýggjum kølaragittari við kromlistum, nýggjum tokulyktum og nýggjum baklyktum.
Kabinan er eisini gjørd úr betri tilfari og t.d. mittarkonsollin í instrumnetborðinum er nýggj. Bilurin hevur nógvar innbygdardar trygdarskipanir.
Mondeo er ein uppliving at koyra, alt er tilpassað hvørt eftir øðrum, motorurin, undirvognurin og setrini. Bilurin er eisini sera ljóðleysur, og lítið hoyrist til hjólini og motorin inni í kabinuni.
Mondeo fæst í seks ymiskum útgávum: Ambiente, Trend, Sport, Ghia, Ghia X, og ST220. Ghia X er ein heilt nýggj útgáva og er flaggskipið í Mondeo flotanum.
Prísir úr: kr. 229.900,-
___________________________________________________________________________
Ford Tourneo Connect til 7 persónar
Ford Tourneo Connect fæst nú bæði sum 5 og 7 persónabilur. Bilurin verður gjørdur saman við Ford Transit Connect, ið er vøruvognsútgávan av sama bili
Persónbilurin Tourneo Connect er ein rúmligur MPV, ið fæst við upp til 7 sitiplássum. Bilurin er sera rúmligur, og høgt er til loft og vítt til veggja.
Eisini eru nógvar hyllar og skuffur til at leggja lutir frá sær á.
Um baksetrini verða tikið út, er Tourneo Connect ein stórur og rúmligur vørubiliur.
Við 5 setrum í er talan um ein MPV við stórum viðførisrúmi.
Tourneo Connect er uppbygdur sum vørubilur og ber vektina sera væl. Dragihurð á høgru síðu er standard. Motorurin er ein 1.8 Tdci við 90 hk.
Prísur við setrum: kr. 254.800,-
Prísur sum Van:kr. 198.500,-
Prísurin fyri Connect sum vørubil er úr kr. 160.000,- v/mvg.