Maria Jacobsen
----
Nú er ólavsøkan av og tað er eitt evni, sum hevur fingið nógv rúm, og tað eru tey samkyndu. Tey hava gingið skrúðgongu, havt fyrilestrar, gjørt framsýning, alt hetta verður gjørt fyri at sannføra fólk um, at hetta er ein náttúrligur liviháttur, tí soleiðis er tað í djóraheiminum verður sagt, eisini kríatúrini eru samkynd.
Tað tykist sum at nógv fólk halda at hetta er í fínasta lagi, tí fá eru sum vága sær at siga eitt orð ímóti. At liva saman tvey av sama kyni, er eitt val sum tey sjálvi gera, og sjálvi hava ábyrgduna av. Men at billa fólki inn at hetta er ein rættur liviháttur, tað fellir mær fyri bróstið, og eisini tað, at tað eru ætlanir um at fara inn í skúlarnar við hesum boðskapi. Hetta verður gjørt, tí tað er náttúrligt, verður sagt og ynski verður sett fram um at broyta hjúnarbandslógina, so tvey av sama kyni sleppa at giftast, samstundis sum tey siga nú, at tað snýr seg ikki um sex. Mær vitandi, tá fólk eru gift, sova tey í somu song!
Spurningurin er: Skulu vit trúgva øllum, ið sagt verður, og skulu vit góðtaka tað.
Mær kom í hug søguna um nýggju klæðir keisarans. Vevarnir, sum vóru bedragarar, biltu bæði keisaranum og tí vanliga fólkinum inn, at keisarin var í so framúr vøkrum klæðum, og tey sum ikki sóu tað, vóru býtt ella ikki før fyri at røkja sítt arbeiði. Hetta gjørdi, at eingin tordi at tala, men tók undir við hesari lygnini um at keisarin var fínur. Men so segði eitt barn: Hann er jú í ongum klæðum! Fólkið steðgaði á og tóku undir við barninum: Hann er jú í ongum klæðum! Hetta var jú ein lygn sum vevarnir vildu hava fólkið og keisaran (yvirvøldina) at góðtaka, so teir kundu fáa nakrar fyrimunir.
Spurningurin er, sum eg segði í áðni: Skulu vit trúgva øllum hesum sum sagt verður, og skulu vit tigandi góðtaka tað?
Hví skulu vit so glaðbeint trúgva, at hetta er satt, at djórini eru samkynd, fyri tí um onkur ger nakrar málningar og skrivar nakrar tekstir? Far og spyr bøndurnar í Føroyum, teir hava so og so nógvar áseyðir, og eftir tí meta teir um, hvussu nógv lomb teir fáa. Vóru ærnar samkyndar, høvdu teir neyvan fingið lombini sum teir væntaðu.
At menniskja verður drigið niður á sama støði sum skinnflugur, skriðdýr o.a. dámar mær illa. Menniskjan er krúnan á skaparverki skaparans. Dávid kongur sigur í 8. sálma um menniskja:"Lítið lægri enn Gud gjørdi tú tað, við heiður og dýrd krýndi tú tað."
Tað hevur ongantíð verið rós vert fyri fólk at verða sum eitt djór. "Hann týggjar sær sum eitt djór," og "hann er eitt verri svín" kann verða sagt, danir nýta orðafelli "at være dyrisk" um onkran sum skikkar sær sera illa. So at djórini skulu vera okkara stóra fyrimynd í livihátti, er ikki rætt at siga.
So er tað hin spurningurin: Er hetta náttúrligt ella normalt, at tvey avsama kyni liva í parlagi/hjúnarlagi? Svarið fáa vit í Róm 1, 26,27:
"Kvinnur teirra skiftu um hin náttúrliga umgangin, um við tann sum er í móti náttúruni, og somuleiðis hildu eisini mennirnir uppat við hinum náttúrliga umganginum við kvinnur, og brendu í lysti sínum hvør eftir øðrum."
Nú verður ofta sagt, at Bíblian má ikki nýtast í hesum kjakinum, eg má spyrja: Hví? Er tað tí at sannleikin finst har? Vit kalla okkum eitt kristið land, tá ið vit gera tað, so inniber tað, at vit gera okkara lógir, so tær samsvara við kristin sjónarmið.
At broyta hjúnarbandslógina til frama fyri at fólk av sama kyni kunnu giftast, er ikki í tráð við kristin sjónarmið.
At loyva einum slíkum hugsunarhátti inn í skúlarnar, má heilt vist vera ímóti skúlans siðalæru, sum jú er bygd á luthersk-evangeliskt støði. Jesus sjálvur fanst harliga at teimum, sum vóru teimum minstu til ástoyt. Hetta er sera álvarsligt.
Til seinast vil eg siga, at tað var vælgerandi at hoyra Símun P. Jacobsen, prest, á ólavsøku seta síni sjónarmið fram um henda spurning, tað var sum tá ið eitt kærkomið æl kemur aftan á drúgvan turk. Kanska fara fólk at fáa eyguni upp fyri sannleikanum og fara, eins og fólkið hjá keisaranum á sinni, at ásanna, hvat ið er rangt og hvat íð er rætt.