Løgreglan í Føroyum heldur seg hava fingið hendur á teimum monnum, ið standa fyri størsta partinum av innflutninginum av rúsandi evnum til Føroyar.
? Vit hava sterkan illgruna um, at teir handtiknu standa fyri størsta partinum av innflutninginum av rúsandi evnum til Føroyar, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini.
Á middegi í gjár framdi løgreglan í Føroyum tað størsta átakið móti narkotikasmugling nakrantíð. Einir 40 løgreglumenn vóru við í átakinum.
Løgreglan gjørdi níggju húsarannsóknir í bústøðunum hjá teimum níggju monnunum, ið eru millum 25 og 43 ára gamlir. Átta av monnunum eru búsitandi í Havn, meðan ein varð tikin í Klaksvík.
Allar rannsóknirnar vórðu framdar samstundis. Løgreglan hevur framt átakið í samstarvi við narkodeildina hjá løgregluni í Keypmannahavn, har ein maður varð tikin. Hann er varðhaldsfongslaður í trettan dagar fyribils. Óvist er, hvussu leingi hinir verða varðhaldsfongslaðir.
Undir húsarannsóknunum eru húsini hjá teimum skuldsettu heilt einfalt endavend, og løgreglan hevur leitað eftir próvtilfari. Løgreglan sigur, at undir rannsóknunum hava teir funnið ting, sum kunnu hjálpa teimum í víðari kanningum. Eisini varð leitað á ávísum arbeiðsplássum, har menninir arbeiða til dagligt.
Níggju menn frá donsku løgregluni, sum dagliga arbeiða á rannsóknarliðnum, vóru við í húsarannsóknunum. Løgreglan í Havn hevði ikki nóg mikið av fólki og mátti tí fáa hjálp úr Danmark.
Fimm av monnunum vóru til grundlógaravhoyring í Føroyar Rætti fyrrapartin hósdagin. Teir eru í aldrinum 27 til 35 ára gamlir. Hinir fýra, sum eru í aldrinum 25 til 43 ár, verða leyslatnir fyri fyrst, men teir eru skuldsettir og kunnu vænta at verða ákærdir seinni.
Grundlógaravhoyringin fór fram fyri afturlatnum hurðum, og tí ber ikki til at fáa so nógv at vita um úrslitið av avhoyringini enn.
Høvuðsmenn
Løgreglan hevur í longri tíð arbeitt við at fanga høvuðsmenninar aftanfyri smuglingina í Føroyum. Nógv tíð og orka er sett av til hetta arbeiðið, og nú sæst úrslitið.
Løgreglan heldur seg hava tikið teir stóru bakmenninar, ið skip fyri smuglingini og søluni av sterkum rúsandi evnum í Føroyum. Talan er um hassj, kokain, amfetamin og nú eisini ekstasy.
Løgreglan dylur ikki fyri, at ein av bakmonnunum hevur hon havt eyguni eftir í fleiri ár. Hetta er ein dani, sum er miðskeiðis í 30-unum. Hann er tikin nakrar ferðir fyrr, men ongantíð fyri nakað stórvegis brot á lógina.
Nú hevur løgreglan savnað prógv í longri tíð og vónar, at maðurin kann dømast fyri tað umfatandi virksemið av sølu og smugling av narkotika.
Hesin danin varð í 1999 tikin á flogvøllinum, tá hann royndi at stinga hassj í ferðagóðsi hjá Atla Hansen, fyrrverandi tingmanni.
Menninir eru skuldsettir fyri at hava skipað fyri smugling og sølu av stórum nøgdum av rúsandi evnum ígjøgnum longri tíð.
Bergleif Brimvík sigur, at løgreglan hevur gjørt umfatandi kanningar í Føroyum, har hon hevur sett fólk burturav at taka sær av hesum málinum. Seinastu tíðina er størri orka og fleiri fólk sett av til kanningararbeiðið.