Nýggju menninir sleppa ikki framat

Sjálvsálitið í HB er stórt eftir fulla úrtøku fýra tær seinastu ferðirnar

Klokkan 17.30 verður fyrsta bríksl í síðsta dystinum í hesum umfarinum. Hann verður í Gundadali, har HB fær vitjan av TB.

Fýra sigrar á rað við málmuninum 9-1 boðar frá, at HB skútan hevur rættað kósina.

-Tað er hugaligt, at tað hevur hilnast so væl eftir summarsteðgin. Lagið er gott, og vit fara við góðum móti um Suðuroyarfjørð. Í vár vunnu vit tepran 1-0 sigur í Trongisvági, og vit verða væl nøgdir, um tað aftur eydnast at vinna fulla úrtøku. Vit hava sjálvsálitið og hugburðin, sum skal til, sigur HB liðformaðurin Jóhan Troest Davidsen.

Tróndur Jensen er leikbannaður, Arnbjørn Hansen er skaddur, og tað verður ikki greitt fyrr enn upp undir dystin, um Rókur Jespersen verður førur fyri at spæla.

Í TB er lagið sjálvandi ógvuliga gott eftir 1-0 sigurin á Skála, sum kann fara at vísa seg at vera heilt avgerandi, tá ið tað endaliga verður gjørt upp. Fyritreytirnar hesa ferð eru ikki heilt góðar, tí fýra lyklaspælarar eru skaddir ella leikbannaðir, tí reglan ger um seg, sum sigur, at teir spælararnir, ið TB hevur leigað frá mótsstøðuliðnum hesa ferð, ikki hava loyvi at spæla!

Hetta ber við sær Poul Ingason, Jákup Pauli Breckmann og Heri Mohr ikki sleppa at spæla ídag. Hetta rakar serliga meint, tí Rógvi Joensen er skaddur, og Salmundur Bech og Teitur Olsen eru leikbannaðir.