Kvinnuliðini hjá KÍ og HB spældu eina minniliga fyrru hálvfinalu í steypakappingini norðuri í Klaksvík í dag.
Dysturin endaði við 5-4 sigri til HB, ið var á odda bæði 4-1 og 5-2, men KÍ-kvinnurnar syrgdu fyri, at tað er framvegis spenningur um hvør vinnur seg víðari til finaluna.
Evi á Lakjuni og Eyðvør Klakstein skutu báðar tvey mál hvør fyri KÍ. Milja Simonsen skoraði trý mál fyri HB, og Heidi Sevdal skoraði tvey mál.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var gjørd við Heidi Sevdal í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2.
At vinna á KÍ norðuri í Klaksvík er í sær sjálvum gott, men Heidi Sevdal iðrar seg um, at HB ikki tryggjaði sær eitt betri útgangsstøðið aftaná at hava verið á odda 4-1 og 5-2 í dystinum.
Í hinari fyrru hálvfinaluni vann EB/Streymur/Skála á heimavølli 2-1 á ÍF/Víkingi.