Níggjunda finalan hjá Italia – fimta hjá Spania

Hagtølini millum teir latínsku fótbóltsrisarnar eru rættiliga jøvn, tó at Italia hevur oftari vunnið týdningarmiklar endaspælsdystir

Fyri fyrstu ferð nakrantíð møtast Spania og Italia í einari enda­spæls­finalu. Millum sín hava hesir báðir latínsku fótbóltsrisarnir heili 14 EM og HM finalur at vísa á. Italia hev­ur vunnið fýra og hevur tapt tvær HM-finalur, og haraftrat hava teir vunnið eina og tapt eina EM-finalu. Spania hevur vunnið tvær EM-finalur og tapt eina, har­aftrat hevur Spania vunnið ta ein­astu HM-finaluna teir hava verið í, nevnliga HM-finaluna í 2010 í HM-endaspælinum í Suður­afrika, tá spaniólar vunnu 1-0 á Hollandi. Spania vann EM-final­uni í 1964 á heimavølli ímóti Sovjet­sam­veld­inum við einum 2-1 finalusigri. Í 1984 tapti Spania 0-2 ímóti Fraklandi í EM-finaluni á Parc des Prince í París. Ì 2008 vann Spania 1-0 á Týsklandi í EM-finaluni á Ernst Happel leikvøllinum í Wien.

Italia byrjaði tíðliga
Italia gjørdist tíðliga eitt fótbólts­stórveldi. Longu í tí næsta HM-endaspælinum í 1934 vann Italia HM á heimavølli. Í finaluni vunnu teir azurbláu 2-1 á Kekkoslovakia aftaná longda leiktíð. Í 1938 endurtók Italia bragdið við at vinna HM finaluna í París ímóti Ungarn við einum sannførandi 4-2 sigri. Heili 30 ár gingu áðrenn Italia aftur kom í eina finalu. Italia mátti tó gjøgnum tvær finalur á Stadio Olompico í Róm í 1968, áðrenn tað eydnaðist at knógva Jugoslavia. Fyrra finalan endaði við javnleiki 1-1, meðan umdysturin – tað brúkti teir tá á døgum – endaði við einum 2-0 sigri til Italia. Tvey ár seinni var Italia í HM-finaluni ímóti Brasil í HM-endaspælinum í Meksiko, men har var lítið at gera hjá italiumonnum, sum taptu heili 1-4 ímóti einum vælspælandi brasilskum liði við Péle á odda.

Loksins heims­meistarar aftur
Í 1982 gjørdist Italia loksins heims­meistari aftur, tá teir í HM-finaluni á Santiago Bernabeu í Madrid vunnu ein sannførandi 3-1 sigur á Vesturtýsklandi. Ì 1994 hevði Italia møguleikan at fáa hevnd fyri HM-finalutapið í 1970, tí tá møttu teir aftur Brasil í finaluni, sum hesaferð var leikt í Los Angeles í Kalifornia í USA. Dysturin endaði við einum málleysum javnleiki aftaná 120 minuttirs spæl. Brasil vann brotssparkskappingina 3-2, har m.a. Roberto Baggio brendi fyri Italia. Í 2000 spældi Italia EM-finalu ímóti Fraklandi í Rotterdam. Italia var á odda meginpartin av dystinum við einum máli, sum Delveccio skeyt í 22. minutti. Ikki fyrr enn í 90. minutti javnaði Wiltord fyri Frakland. Og í yvirtíðini skeyt David Trezeguet gylta sigursmálið í 113. minutti, sum tryggjaði Fraklandi EM-heitið. Seks ár seinni fekk Italia hevnd yvir Frakland í HM-finaluni á olympiska leikvøllinum í Berlin. Tað stóð á jøvnum 1-1 aftaná 120 minuttirs spæl. Í brotssparkskappingini skoraðu italiumenn uppá øll fimm brotsspørkini, meðan Trezeguet á hesum sinni gjørdist syndarin hjá Fraklandi. Dysturin er tó mest kendur fyri skallaran, sum franski bóltsnillingurin, Zinedine Zidane gav Marco Materazzi, tí hesin segði nøkur niðrandi orð um familjuna hjá Zidane.

Italia førir hagtalsliga
Italia og Spania hava síðani 1927 leikt 13 A-landsdystir ímóti hvørjum øðrum. Av teimum 13 dystunum hevur í seks førum verið talan um venjingardystir, meðan tað hevur staðið nógv uppá spæl í hinum sjey dystunum. Í HM-endaspælinum í Italia í 1934 møttust liðini tvær ferðir. Tá á døgum brúkti ein ikki longda leiktíð, men umdyst aftaná ein javnleik. Tá liðini møttust í fjórðingsfinaluni endaði tað fyrst við javnleiki 1-1, meðan Italia vann umdystin 1-0. Liðini møttust ikki aftur í einum týdningarmiklum dysti fyrr enn í 1980, tá liðini í tí innleiðandi bólkaspælinum í EM-endaspælinum í Italia leiktu javnleik 0-0. Italia og Spania vóru í bólki saman aftur í EM-endaspælinum í Vesturtýsklandi í 1988, tá vann Italia 1-0. Liðini møttust í HM-fjórðingsfinaluni í Boston í USA í 1994, tá vann Italia 2-1. Liðini møttust aftur í einari EM-fjórðingsfinalu á Ernst Happel leikvøllinum í Wien. Aftaná 120 minuttirs spæl stóð á jøvnum 0-0. Spaniumenn vóru kaldari í brotssparkskappingini, og teir fingu fýra av fimm brotsspørkum í netið, meðan italiumenn brendu tvey av fýra brotsspørkum. Í teimum 13 landsdystunum landanna millum er talan um fimm sigrar til Italia, fimm javnleikir og tríggir sigrar til Spania.