Dagurin í dag er ein stórur dagur heima á Sandi, nú nýggjur bygdarskúli verður settur upp í bygdini, sum kemur at loysa av gamla skúlan, ið er 124 ára gamal Í morgun komu menn hjá Sp/f Buli suður til Sands at seta upp nýggjan bygdarskúla á Sandi.
Tað er Bulur, sum ger timburarbeiði og BS-Smíð á Sandi, sum hevur gjørt stoypiarbeiði.
Sandoyarportalurin veit at siga, at uppsetingin av elementunum higartil hevur gingið væl í morgun, og at tað fer at taka einar tveir dagar at fáa øll elementini upp.
Verandi bygdarkúli er 124 ára gamalur.
Dagurin í dag er ein stórur dagur heima á Sandi.