Nýggjur dómari skal royna seg í bestu deildini

32 ára gamal dómari við nógvum royndum fær í morgin høvi at royna seg fyri fyrstu ferð í bestu deildini

Tá ið 26. umfar í Effo-deildini verður seinnapartin í morgin, verður nýggjur dómari í fremstu røð á vøllinum.

Talan er um Bjarka Danielsen, sum 29. oktober fyllir 33 ár, og sum er skrásettur at umboða NSÍ. Í morgin verður hann dómari, tá ið EB/Streymur og ÍF hittast við Margáir, har Bjarki fer at bríksla fyri at fáa bóltin á rull klokkan 15.

 

Bjarki Danielsen er sambært faroesoccer.com skrásettur at hava dømt 104 dystir, síðani hann í 2007 fyri fyrstu ferð var dómari. Síðani 2015 hevur Bjarki Danielsen dømt heilt nógv – 20 dystir í 2015, 24 dystir í 2016 og 27 dystir higartil í ár.

Í ár hevur tað fyri tað mesta verið í fyrstu deild, U-18 deildini og steypakappingini. Tá ið kvinnurnar hjá EBS/Skála og KÍ spældu avgerandi FM dystin í Hólmanum á Eiði síðsta leygardag, var Bjarki Danielsen dómari.

 

Í morgin fer hann fyri fyrstu ferð at royna seg í bestu deildini.

 

Ein annar dómari hevur fyri stuttum roynt seg fyri fyrstu ferð sum dómari í Effo-deildii. Tað er Jóhan Hendrik Ellefsen, sum 24. september fyri fyrstu og higartil einastu ferð var dómari í Effo-deildini, tá ið ÍF og NSÍ hittust.

 

Tað man vera sannlíkt, at hesir báðir – Bjarki Danielsen og Jóhan Hendrik Ellefsen – næsta ár fara at fáa fleiri avbjóðingar sum dómarar í bestu deildini.