Nýggur deildarleiðari er settur á maritimu útbúgvingarstøðini Sjónám í Klaksvík.
Tað er Brandur í Funningsstovu, sum tekur við starvinum í næstu viku, og hann tekur við eftir Boga Gardar, sum er farin úr starvinum, sum deildarleiðari, tí hann er farin aftur at sigla.
Brandur tók skipsføraraprógv frá Marstal Navigationskole í 2010 og bachelor-prógv í stjórnmálafrøði frá Fróðskaparsetri Føroya í 2019.
Hann hevur verið yvirmaður í frálandavinnuni í 10 ár.
Deildarleiðarin hevur fyrst og fremst ábyrgdina av skipara- og skipaatstøðaraútbúgvingin og tí martima skeiðsvirkseminum á Sjónámi.