Nýggjur dráttur í Runavík

Tá ið tað í morgin verður FM kappróður á Eystanstevnu verður tað skipað øðrvísi fyri, enn tað plagar at vera. Higartil hava bátarnir staðið við bátahylin. Tí hevur verið neyðugt at rógva runt Lynfrost.

Nú verður hetta broytt soleiðis, at bátarnir verða settir á økið frammanfyri havnarskrivstovuna. Nýggjur dráttur er lagdur dygst uttanfyri molan, og við síðuna av dráttinum er flaki lagdur, so tað verður lagaligt hjá manningum at fara umborð og í land.

Kappróðurin verður vístur á stórskíggja, og harvið verður lagaligt hjá manningum og áskoðarum í felagi at fylgja við í tí, sum gongur fyri seg í róðrinum og í sambandi við róðurin.

 

 

Klokkan 13

Barnaróður dreingir

6 Kollur 1G

7 Frúgvin

8 Fípan Fagra 1G

9 Junkarin

10 Pílur 1G

11 Jomfrúgvin

12 Sílið

 

Barnaróður gentur

5 Svanur

6 Pílur 1G

7 Teistin

8 Hulda

9 Jallurin

10 Royndin Fríða

11 Jomfrúgvin

12 Tambar

 

Klokkan 15

5-mannafør dreingir

6 Firvaldur

7 Havfrúgvin

8 Teistin

9 Jallurin

10 Drekin

11 Royndin Fríða

12 Erla Kongsdóttir

 

6-mannafør kvinnur

8 Hvessingur

9 Páll Fangi

10 Rádni

 

5-mannafør kvinnur

7 Strípan

8 Blikur

9 Havfrúgvin

10 Firvaldur

11 Falkur

 

5-mannafør gentur

5 Fípan Fagra

6 Tjaldrið 1G

7 Blikur

8 Hvassi

9 Erla Kongsdóttir 1G

10 Sílið

11 Royndin Fríða 1G

12 Ørnin

13 Pílur

 

6-mannafør menn

6 Gongurólvur

7 Sundabáturin

8 Riddarin

9 Lómur

10 Skúgvur

11 Jarnbardur

 

8-mannafør

7 Heiðabáturin

8 Argjabáturin

9 Miðvingur

10 Gullbrandur

 

10-mannafør

7 Havnarbáturin 1G

8 Suðuroyingur

9 Klaksvíkingur

10 Vestmenningur