Í heystfrítíðini hevur nýstovnaða Karavella Marionett-Teatur fýra framførslur av leikinum »Revurin við silkiturriklæðinum«. Leikbólkurin hevði fyrstu sýningarnar á ólavsøku í ár, og vóru tær væl vitjaðar.
Leikurin er bygdur á klassiska ævintýri hjá Charles Perrault »Køtturin í styvlum«. Hendan útgávan av søguni snýr seg um seymikonudóttrina Elisu, sum stendur einsamøll eftir í heiminum. Tá bjóðar ein revur seg til at hjálpa henni, um hann fær tað kærasta, hon eigur, nevniliga silkiturriklæði, ið er einasta minni, hon hevur eftir deyðu mammu sína. Revurin nýtir allar snildir at forsyrgja henni, lýgur og lumpar, men endamálið er gott: Tey góðu fáa løn fyri sítt álit og tey óndu verða snýtt. Leikurin er um 45 minuttir og er fyri børn og øðrum sum dámar ævintýr, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Karavella Marionett-teatur hevur í løtuni 13 leikarar. Rakel Helmsdal er leikhússtjóri og hevur sjálv skapt leikararnar, leikhúsið, skrivað leikin og spælir allar leiklutirnar. Hon hevur tó fingið holla hjálp frá Ole Jakob Nielsen (Føroysk Træslist) til at smíða leikhúsið, og Hedvig Westerlund-Kapnas hevur leikstjórnað. Árni Baldvinsson og Kjartan Nolsøe Jespersen hava staðið fyri ljós- og ljóðtøkni.
Rakel Helmsdal, sum vit kenna best sum rithøvund seinnu árini, hevur áður roynt seg í flestu greinum innan leiklist. Hon spældi millum annað við í fleiri Leikhúskabarettum síðst í 80unum, og hevur síðani fingist við ymiskt handan pall, til dømis at leikstjórna, seta ljós og ljóð, seyma búnar og smíða pall, verið framleiðslustjóri og skriva leikir.
Navnið Karavella Marionett-teatur hevur sjálvsagt eisini eina frágreiðing. Marionett-teatur er dukkusjónleikur og ein karavell er eitt tvey- ella trýmastrað seglskip. Tað er lætt at stýra, lætt og siglir skjótt.
- Navnið hóskar tí væl til eitt leikhús, sum er bygt til at taka sundur og fara á ferð við, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Móti heysti fer »Revurin við silkiturriklæðinum« at ferðast kring landið. Ætlanin er at seta ein nýggjan leik upp á hvørjum ári. Eftir heystfrítíðina fer karavellin á ferð við Listarleypinum.
Í heystfrítíðini verða fýra sýningar, tvær mikudagin tann 12. oktober kl. 15 og 18 og tvær hósdagin 13. somu tíðir. Sýningarnar verða í nýggju Lonini við Studentaskúlan í Hoydølum.
Les meira um Karavella Marionett-Teatur á karavella-marionett.blogspot.com