Tá ið býráðsval verður aftur í heyst, fáa veljararnir í Tórshavnar Kommunu ein flokk afturat at velja ímillum.
Tað er greitt eftir at »Framtakið Fyri Rættinum At Velja« nú hevur gjørt av at stilla upp til býráðsvalið.
Framtakið stillaði eisini upp til løgtingsvalið og tey eitt ávíst hjartamál á skránni, og tað er at tryggja fólk ræt til kannabis, fyrst og fremst sum heilivág.
Tað gekk ikki nakað serligt, tí tey fingu 312 atkvøður tilsamans og tað eru 0,9 prosent av atkvøðunum.
Í Havnini fingu tey 140 atkvøður, ella eina slaka helvt av øllum atkvøðunum.
Ein at stigtakarunum til Framtakið, Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, sigur hann hann væntar, at tey fara at hava minst tvey valevni til býráðsvalið í Havn, tí umframt at hann sjálvur stillar upp, væntar hann eisini, at Jákup Hans Heinesen fer at stilla upp. Teir stillaðu báðir upp til løgtingsvalið.
Hallur Hjalgrímsson Djurhuus ásannar, at tað er ikki nógv, sum kann gerast í býráðnum í Havn fyri at fremja rættin hjá fólki til at fáa kannabis.
Men eitt mál hjá honum verður at fáa eina fólkatkvøðu í Havn um kannabis fyri at vita, hvussu stóra undirtøku tað hevur í fólkinum, at atgongdin til kannabis verður frælsari.
Hann sigur, at tað er neyðugt, tí hóast Løgtingið hevur samtykt at seta donsku royndarskipanina í gildi, er lítið og einki hent í Føroyum á hesum øki, og atgongdin til kannabis er ikki lættari enn hon hevur verið, heldur ikki atgongdin til heilivág.
– Ístaðin skriva læknarnir sjúklingum framvegis ein hóp av sterkum heilivági, sum tey verða bundin av – og har ein stórur partur endar á gøtuni, har hann verður seldur sum rúsevni.
– Vit eru blivin snýtt, og løgtingsmaðurin, sum gjørdi mest burtur úr at gera tað lættari at fáa kannabis-heilivág, Jenis av Rana, sum eisini kommunulækni, fór í landsstýrið at umsita mentamál, heldur enn at umsita heilsumál, so hann fekk sett ætlanina í verk, ljóðar ábreiðslan frá Halli Hjalgrímsson Djurhuus
Sjálvur er hann bussførari hjá Bussleiðina, sum koyrir í hvønn krók í kommununi.
Men Bussleiðin koyrir bara har tað er koyrandi og hann vísir á, at tað eru tveir útjaðarar í Tórshavnar kommunu, sum onga »bussleið« hava, og tað eru Nólsoy og Hestur.
– Eg kundi hugsa mær, at eisini hesi bæði plássini fingu eina siglandi »bussleið«, so at tey høvdu líka gott samband við sjálvan høvuðsstaðin, sum aðrar bygdir í kommununi hava, sigur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus.
Hann sigur, at hendir einki avgerðandi á kannabis-økinum til næsta løgtingsval, vætnar hann eisini, at Framtakið fer at stilla upp til tað.