Svenn Ó. Olsen, ið seinnu árini hevur verið ein ímynd av fótbóltinum í Víkingi, verður nýggjur høvuðsungdómsvenjari hjá 07 Vestur. Tað er í dag greitt.
07 Vestur boðaði fyri eini tíð síðani, at felagið leitaði eftir einum høvuðsungdómsvenjara afturat Jens Erik Rasmussen, og hann er í dag funnin í Svenn Ó. Olsen í Víkingi. 07 Vestur verður sostatt einasta felag í Føroyum, ið hevur tveir høvuðsungdómsvenjarar knýttar at felagnum fulla tíð.
Svenn Ó. Olsen var í fjør venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Víkingi. Harafturat hevur hann áður bæði verið hjálparvenjari hjá besta mansliðnum hjá Víkingi og verið høvuðsvenjari hjá næstbesta liðnum hjá Víkingi. Svenn Ó. Olsen byrjar í 07 Vestur tann 1.mars.