Bilasølan Norðbil hevur fingið nýggja Hyundai iX20, sum er ein nútímans familjubilur við øllum tí, ið hoyrir til ein slíkan bil. Tað ein fyrst leggur til merkis við bilinum er designið, sum er í nýggja designstílinum hjá Hyundai.
Hyundai iX20 fæst bæði í bensin- og dieselútgávum. Allir bilarnir eru Blue Drive útgávur við stop/go, soleiðis at motorurin sløknar, tá bilførarin sleppur spitaranum sum t.d. við reytt ljós í eini ljósregulering. Hyundai iX20, sum kostar úr 195.000 krónum, kann síggjast og roynast hjá Norðbil við Oyggjarvegin.